KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Góður dansur í HB-húsinum leygarkvøldið

Ymiskt28-08-2013 - Jónfinn Petursson

Leygarkvøldið 31. august skipa HB-Stuðlar fyri almennum dansi í HB-Húsinum. Sera vælumtókti bólkurin Hans Jacob og vinmenn spæla til dansin.


Byrjað verður kl. 23.00 leygarkvøldið, og hildið verður á fram til kl. 04.00 sunnumorgunin. Atgongumerkini verða at fáa til keyps við dyrnar og kosta bara 100 krónur.

So nú er um at gera at dusta dansiskógvarnar, taka góða lagið og makan undir armin og at svinga gumpin til góðan dansitónleik í frálíka HB-húsinum.

Umframt góðan dans verður sjálvandi eisini møguleiki at stytta sær stundir saman við góðum fólki. Og sjálvandi ber eisini til at leskar sær góman millum dansirnar í góðu barrini.