KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Knút Olsen

Góður dagur við Stórá

1. lið04-08-2013 - Eyðun Hansen

Effodeildin, 18. umfar: TB - HB 1-5 (0-3)

Hóast uppgávan var torfør, greiddu okkara menn hesa til ug. Við greiðum sigri á aldursforsetanum hava vit staðfest, at torført er at taka HB í ár.


Tá Smyril kl 11 fór av Havnini við kós móti Tvøroyri, vóru ikki heilt so fáir trúfastir HB-fjepparar við á ferðini, umframt at vit vistu um fleiri sum vóru farin suður í gjár og kanska fríggjadagin við. Komin suður, vóru 2 tímar áðrenn dysturin byrjaði.

Ymiskt var hvussu hesir báðir tímar blivu brúktir, men greinaskrivarin var í einum ferðalagið á 6 mans, og fingu vit 6 eina fína uppliving nær tí gamla legendariska TB-vøllinum, Sevmýri.

Vit stukku inn á gólvið hjá Ásmund og Annu Nolsøe og vóru tey sum altíð bæði blíð og týð, og fingu vit høvið at síggja tað serliga rúmið sum Ásmund hevur í kjallaranum við øllum alskyns fótbóltslutum. Tað sum vit ikki vistu av, var at kendu fótbóltstvíburðarnir Ásmund og Trónd Nolsøe høvdu føðingardag í dag. Hjartaliga til lukku tit báðir.

So til sjálvan dystin.

Tað var bæði eitt fitt lot longs eftir vøllinum, og so hevði tað eisini hug at regna av og á. Tó bleiv veðrið ikki tað sum ávirkaði sjálvan dystin stórvegis. Okkara menn spældu undan lotinum í fyrra hálvleiki.

Hóast tað, so vóru tað TB-arnir sum byrjaðu dystin betri. Teir vóru sera grammir og ágrýtnir og lógu rættuliga tætt í okkara monnum, so ringt var at fáa tað góða og flótandi bóltspælið at rigga, og sum vit vita at teir kunnu.

Í 13. minutti gerst støðan 1-0 til HB. Hetta kemur eftir at Heini brýtur seg inn í feltið. Spælir síðani til Christian sum leggur innfyri úr høgru. So var eitt sindur ping-pong og endar alt við at Kristin knallar bóltin upp undir nettakið.

Eftir at okkara menn høvdu tikið leiðsluna, hildu TB-arnir fram við at trýsta, og komu teir eisini til fleiri avslutningar móti okkara máli. Tó haldið eg ikki at tað beinleiðis nakrantíð bleiv heilt vandamikið. Eisini høvdu okkara menn nakrar málmøguleikar, men antin tók málmaðurin sær av tí, ella fóru skotini við síðuna av.

Í 40. minutti bragdar aftur. Ein avlevering verður send longs síðulinjuni í vinstru síðu, og har fer Kristin við sjeymíla ferð. Hann fær fatur í bóltinum nakað áðrenn baklinjuna, nærkast brotsteigarmarkinum, og leggur síðani eina góða avlevering eftir jørð til bróðurin Christian, sum leggur bóltin heilt yvir í handara síðunet, uttan at TB-málverjin rakk eftir bóltinum, og so var 2-0 til okkara menn.

Í 43. minutti er Teitur farin ein av hansara fáu ”kajtúrum”. Teitur er staddur heilt úti móti síðulinjuni og sparkar bóltin út til eitt TB-innkast. TB-arnir gera skjótt av og fáa eina vandamikla støðu burturúr. Men alt hetta endar við at okkara menn sleppa í eitt kontraálop, og so gekk skjótt hinvegin. Christian spælir Heina púra frían, og hóast TB-málverjin kemur út í móti, so sleppur Heini framvið málmanninum, men nú er hann eisini næstan komin heilt til baklinjuna, men hóast vinkulin gerst øgiliga spískur, so megnar Heini at trilla bóltin í tóma málið. Sera væl gjørt av Heina. Stutt eftir bríkslaði Lars Muller til hálvleik.

Seinri hálvleikur byrjaði eitt sindur sum tann fyrri, við tað at TB-arnir aftur løgdu eitt ávíst trýst á okkara menn. Tá 53. minuttir eru leiktir, fær Poul Ingason ein stóran møguleika, men hann misnýtir uppá tað skammiligasta.

Tó gingu ikki meir enn tveir minuttir afturat, so hevði sami Poul Ingason minka um munin til 1-3. Málið kom eftir eitt gott innlegg úr teirra høgu síðu og síðani skallar Poul bóltin yvir móti síðunetinum. Hóast Teitur royndi at toyggja seg í hvørjari lykkju, rakk hann ikki bóltin.

Nú var týðiligt at TB-arnir tevjaðu blóð, og trýstið bleiv ikki minni nú. Men longu fýra minuttir eftir at TB hevði minka um munin, fekk TB-málmaðurin beinleiðis reytt kort fyri at fella Fróða, sum kom einsamallur móti málinum. Hesin málmøguleiki kom eftir framúr gott samanspæl í okkara høgru síðu, har serliga Christian var sera vælupplagdur í seinra hálvleiki.

Tað sum eftir var av dystinum hendi stórt sæð alt uppá okkara premissir. Tvær ferðir fingu okkara menn bóltin í málið, og báðu ferðirnar var tað liðskiparin og dagsins maður, Fróði Benjaminsen, sum skoraði.

Við undantaki av einum skotið frá Poul Ingason í 73. minutti sum fór langt omanfyri málið, og so tvær royndir í 83. minutti, so kundu okkara menn saktans havt økt enn meiri um støddina á sigrinum, men læt tað nú fara, tí sigurin var ongantíð í vanda.

Hini úrslitini í Effo-deildini í dag háttaðu seg soleiðis, at okkara menn nú eru heili 10 stig frammanfyri ÍF á 2. plássi. Enn er sera umráðandi at hava fult fokus á næstu uppgávu, sum verður í Gundadali um eina viku. Tá koma Víkingar við Sigfríða við róðrið, á vitjan. Vit gleða okkum longu.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 18. umfar 04. august 2013 kl. 15:00 við Stórá

TB – HB 1-5 (0-3)
0-1 Kristin R. Mouritsen 14
0-2 Christian R. Mouritsen 40
0-3 Heini Vatnsdal 43
1-3 Poul Ingason 55
1-4 Fróði Benjaminsen 67
1-5 Fróði Benjaminsen 87

Liðið: Teitur M. Gestsson – Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Alex Santos, Jógvan Rói Davidsen, Bárður Olsen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðsk.) – Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum

Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen, Bárður J. Heinesen, Gunnar Haraldsen, Páll Mohr Joensen og Tróndur Jensen

Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Fróði Benjaminsen
Gul kort: Heini Vatnsdal
Reytt kort: -

Dómari: Lars Múller
Hjálpardómarar: Jan Gardar og Andreas Josephsen
Eygleiðari: Jens Petur Brattalíð

Myndir: Karl-Ole Larsen