KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Fyrsti ósigurin anno 2013

1. lið02-06-2013 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 12. umfar: EB/Streymur - HB 2-0 (2-0)

So taptu vit ársins fyrsta landskappingardyst. Hóast vit løgdu vertirnar undir stórt og tungt trýst í seinna hálvleiki, var skaðin hendur í fyrra. Tvey heppin mál, har okkara verja sá eitt sindur ivasom út, var tað í skiltu liðini. Vertirnir dugdu betur at halda okkum frá fatinum, og tí megnaðu vit ikki at koma aftur í aftur.


Vit løgdu bragdligari fyri við fleiri góðum skotroyndum. Verjan hjá EB/Streymi var tó fyri hvørja ferð, og ikki fyrr enn smáur hálvur tími varð leiktur, sluppu vit inn um fyrstu ferð. Tíverri var Heini ikki nóg avgjørdur, so skotroyndin fór beint á René Tórgarð.

Løtu seinni skoraði EB/Streymur. Símun verður eyðsýniliga skumpaður í eini góðari kontraroynd, men dagsins dómari, ið sæð við EB/Streyma brillum, kom sera væl frá uppgávuni, var stummur. Endin er, at vertirnir fáa horna, ið Levi Hanssen setur í málið við hjálp av okkara monnum á mállinjuni.

Lítla løtu seinni punkterar dysturin. Sundalagsmenn fara í eitt eyðkennt snarálop. Bólturin verður sendur innfyri, og hóast fleiri okkara hildu, at talan var um rangstøðu, sluppu vertirnir at skalla bóltin tvørtur við, og har var Leif Niclasen klárur og legði vertirnar tvey framum.

Fimm minuttir fyri hálvleik átti Levi at sett sítt næsta mál inn, men tíverri fyri hann var Hans Jørgensen knappur og bjargaði frálíka skotinum.

Heini varð feldur í brotsteiginum í eini góðari støðu, men heldur ikki hesuferð lat Eiler við seg koma, og so hendi einki meira í fyrra hálvleiki.

Vit herjaðu á beinanvegin í seinna hálvleiki. Alex, Bárður og Christian royndu seg við langskotum, men hvørjaferð uppum.

Leikgongdin var áhaldandi tanna sama. Vit koyrdu á, meðan vertirnir bíðaðu eftir møguleikunum. Smátt um smátt bleiv okkara spæl meiri ósamanhangandi og tilvildarligt, og skjótu leikararnir hjá EB/Streymi vóru eisini ein støðug hóttan. Serliga Hans Pauli Samuelsen royndist væl og dugdi sera væl at halda høvdið kalt, tá á stóð.

Santos hevði okkara bestu roynd, tá hann úr knappum 30 metrum sendi eitt langskot á stongina. Men í dag var tað stong út fyri okkara viðkomandi. Allar tríggjar skiftingarnar vórðu gjørdar í senn, men einki hjálpti.

Tí kundi Eiler loksins bríksla av og harvið staðfesta okkara fyrsta ósigur í Effodeildini 2013. Tað var so tað, og nú mugu vit bara koyra á aftur næstu ferð.

Stórt rós tó til okkara áskoðarar, ið áhaldandi róptu okkara menn fram og ikki fullu í fátt eftir staðfesta ósigurin, men ósvitalig stóðu og klappaðu og stuðlaðu okkara monnum í keðiligu løtuni.

Nú verður friður í 14 dagar, meðan landsliðið er á ferð í Írlandi og Svøríki. Næsti dystur okkara er heima ímóti liðnum á øðrum plássi, ÍF.

KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Effodeildin 12. Umfar: sunnudagin 2. juni 2013 kl. 15.00 við Margáir

EB/Streymur – HB 2-0 (2-0)
1-0 Levi Hanssen 30
2-0 Leif Niclasen 37

Liðið: Hans Jørgensen - Alex José dos Santos (Pál Mohr Joensen 72), Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen (Kristin R. Mouritsen 72) - Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.) - Bárður Olsen,Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Tróndur Jensen 72)

Óbrúktir eykaleikarar: Teitur M. Gestsson og Magnus Egilsson
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: Gunnar Haraldsen, Andrew av Fløtum og Símun Samuelsen
Reytt kort: -
Dagsins maður: Heini Vatnsdal
Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Edvard Højgaard og Jóannes M. Mikkelsen
4. dómari: Alex Troleis


Myndir: Rakul Hansen