KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Frálíkur sigur á KÍ

1. deild menn18-03-2017 - Jónfinn Petursson

Menn 1. deild, 2. umfar: HB – KÍ 3-2

Næstbesta lið okkara kom á slóðina við góðum sigri á javnaldrinum úr Klaksvík. Hóast gestirnir royndu at herja á okkum, vardu okkara ungu menn væl fyri og megnaðu at vinna øll stigini.


Í fysta umfari taptu vit tepurt móti niðurflytarunum úr B68, so í dag skuldi kósin aftur á beint. Hjalti K. Djurhuus gjørdi sín part, og við tveimum málum í ávíkavist 10. minutti og beint fyri hálva tíman legði hann okkum tvær ferðir framum.

Innímillum hevði Heðin Klakstein javnað fyri gestirnar, tá 19. minuttir vóru leiktir. Seks minuttir fyri tímaslagið fingu vit brotsspark, og tað umsetti Adrian Justinussen til mál og 3-1 leiðslu.

Bara tríggjar minuttir seinni minkaði Aksel Danielsen aftur um munin, og restina av dystinum royndi KÍ alt, teir vóru mentir at fáa bóltin aftur í kassan.

Eitt sindur rótutur bleiv dysturin so hvørt, og gestirnir royndu at trýsta okkum aftur á vøllin. Tað megnaðu teir eisini, men mál fingu teir ikki.

Tí kunnu okkara næstbestu fegnast um fyrsta sigurin í landskappingini í ár.


Koyr á, HB!!!!


HAGTØLINI

1. deild, 2. umfar: leygardagin 18. mars 2017 kl. 13.00 í Gundadali

HB – KÍ 3-2 (2-1)
1-0 Hjalti K. Djurhuus 10’
1-1 Heðin Klakstein 19’
2-1 Hjalti K. Djurhuus 29’
3-1 Adrian Justinussen 54’ (br.)
3-2 Aksel Danielsen 57

Gult kort: Símun N. Samuelsen, Daniel Johansen og Poul Thomas Dam

Liðið: Mattias Lamhauge – Poul Thomas Dam, Bjarni Brimnes, Hjalti K. Djurhuus, Daniel Johansen, Adrian Justinussen (Steintór Fagradal 75), Heri H. Mohr, Jákup Pauli Breckmann, Tóri Rasmussen (Martin Dam 67), Símun N. Samuelsen (liðsk.)(Bárður Mittelstein 22)

Óbrúktur eykaleikarar: Roðar Heðinsson og Hans Jákup Annfinsson

Venjari: Allan Dybczak

Dómari: Rani A. Skaalum
Hjálpardómarar: Andreas Petur Hansen og Dánjal Eli West