KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Heðin Weihe

Frálíkur javnleikur á Vestmannaoyggjum

1. lið04-07-2013 - Jónfinn Petursson

Europa League innleiðandi umfar: ÍBV – HB 1-1 (1-0)

Seinasti dysturin í fyrra helmingi í ársins Europa ævintýri føroyinga endaði eins og tríggir av fýra, við javnleiki. Eftir at vit í hálvleikinum vóru við undirlutan, mannaðu vit okkum upp og javnaðu nakað eftir tímaslagið.


Vit góða javnleikinum í viðførinum av Vestmannaoyggjum eiga vit at verða nøgdari við dagsins úrslit enn vertirnir, ið helst høvdu kannað sær bitan áðrenn dystin.

Vit byrjaðu annars væl við fleiri hornaroyndum og tað einu ferðina endaði bólturin eisini í málinum hjá David James, men áðrenn var dømt fríspark.

Oyggjarmenn komu betur við og komu til nakrar góðar møguleikar. Eitt nú endaði ein roynd frá Ian Jeffs á træverkinum.

Løtu seinni skoraðu vertirnir tó. Sami Ian Jeffs leggur upp til Gunnar Guðmundsson ið sendur bóltin í málið. Vit skutu eisini á stongina, men tað ferðina vóru vit dømdir at verða í rangstøðu.

Fimm minuttir fyri hálvleik átti Báður J. Heinesen at havt javnað, men tíverri fór skotið uppum málið. Støðan var íkomin eftir gott skjótálop.

Eftir steðgin helt gongdin sum so fram. ÍBV var kanska meira á bóltinum, men vit vóru eisini væl við.

Vertirnir komu í fleiri góðar støður og kunnu bara takka sær sjálvum fyri mistu møguleikarnar, og at vit javnaðu tá stórur tími var leiktur, átti at kennast sum vátur vøttur.

Christian R. Mouritsen sendur eitt gott fríspark inn í brotsteigin og har ger Jóhan Troest Davidsen ikki mætari enn at skalla bóltin í málið.

Hóast ÍBV legði nógv fyri og vit, enn sum áður, royndu at kontra, komu ikki fleiri mál, og tí kunnu vit við rættum ryggi taka ímóti ÍBV á Tórsvølli hósdagin 11. juli.

Møguleikarnir fyri at koma víðari í ársins Europa League eru góðir og vit kunnu bara takka okkara monnum fyri eitt flott avrik. Vit eru stolt av tykkum.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Europa League innleiðandi, fyrri dystur: hósdagin 4. juli 2013 kl. 20.30 á Hásteinsvølli Vestmannaoyggjar

ÍBV – HB 1-1 (1-0)
1-0 Gunnar Guðmundsson 16
1-1 Jóhan Troest Davidsen 66

Liðið: Teitur M. Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen , Bárður Olsen, Heini Vatsndal (Tróndur Jensen 81), Fróði Benjaminsen (liðsk.) –Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen, Bárður J. Heinsen (Pál Mohr Joensen 70)

Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen, Símun E. Samuelsen og Andrew av Fløtum

Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Gul kort:Jógvan Rói Davidsen
Reytt kort: -

Dómari: Ádám Németh (UNG)
Hjálpardómarar:Zsolt Attila Szpisjak og Zsolt Varga (UNG)
4. Dómari: Zsolt Szabó (UNG)


Myndir: Heðin Weihe