
Mynd: Rakul Hansen/hb.fo
Frálík útigudstænasta
Ymiskt31-05-2013 - Jónfinn Petursson
Annan hvítusunnudag varð skipað fyri útiguðstænastu í Gundadali. GHM og Havnar Hornorkestur spældu undir, eins og gentukórið í missiónshúsinum eisini luttók.
Tryggingarskýlið var á tremur við fólkið, eins og bæði HB- og B36-húsið vóru væl fylt upp. Gudstænastan var leidd av Una Næss, dómprósti.
Vit fingu nøkur góð orð, har allir prestarnir í býnum fingu nakrar minuttir í part, umframt góðan sang frá gentunum og frálíkum undirspæli til vanliga sálmasangin.
Aftaná gudstænastuna royndu prestarnir seg við forkunnugari brotssparkskapping, og tá tað var fingið frá hondini - við rungandi lógvabrestum - varð bjóðað til góðan drekkamun til bæði børn og vaksin í HB-húsinum.
Samanumtikið ein góð og sera hugnalig løta í góðari samveru við stívliga 2000 fólkum.
Myndir: Rakul Hansen