KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Fótbóltur fyri øll 2014 væl eyðnað

Felagið14-06-2014 - Jónfinn Petursson

Fríggjadagin 23 mai frá kl 16.30 og tveir tímar framm skipaði HB fyri tiltakinum “ Fótbólt fyri øll” í Gundadali.


Meginparturin av luttakarunum vóru aktiv ungfólk, sum frøddust almikið um at sleppa at spæla dyst ímóti EFFO leikarum, sum mannsterkir vóru møttir at geva teimum ungu eina góða og spennandi løtu.

Tað vóru eisini fleiri foreldur, sum hildu seg til á vøllinum. Stuttligt at síggja, hvussu tey sleptu bremsuni og bráddliga kýttu seg minst líka nógv sum yngru.

Dreingirnir og genturnar stríddust á hvør sínum vølli, summi saman við systkjum og foreldrum, onnur saman við lið- og skúlafeløgum.

Umframt EFFO leikarar vóru 6 venjarar saman við børnunum hesa løtuna, og mundi samlaða talið liggja millum 120 og 150 luttakarar.

So samanumtikið var hetta ein super væleyðnað tiltak ið øll vóru sera fegin um. Rakul Hansen var á staðnum og fekk tikið nakrar fralikar myndir.