KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Tá Søren vitjaði í 2008 Mynd: Marni Mortensen

Fótbóltsørur føroyavinur

Ymiskt26-04-2015 - Jónfinn Petursson

Í Svøríki situr ein fótbóltørur 78 ára gamal unglingi. Sören Flink arbeiddi innan KT í sínum aktiva arbeiðslívi, og tí liggur tað til høgra beinið, at hann tekur sær av sera aktivu heimasíðuni faroenews.se


Stóri áhugin fyri føroyskum fótbólti byrjaði um sama mundið, sum Hammarby, ið er felagið S
ören fylgir í Svøríki, leikti í Superettan, sum er næstbesta deildin. Hóast felagið hevur um 30000 áskoðarar til hvønn dyst, er tað ikki fyrr enn í ár, at teir aftur eru at finna í Alsvenskan, bestu deildini.

Sören og Micke, vinmaðurin, dámdu sera væl ávíkavist West Ham og Liverpool í bestu ensku deildini, og ein dagin teir soleiðis sita og hyggja, fellur prátið á, at teir áttu at funnið sær aðra minni kenda landskapping at fylgja við í. Valið fall so á føroysku bestu deildina.

Sjálvur hevur Sören í sínum yngru døgum leikt við felagi, ið hevur spælt í deild, sum svarar til okkara triðbestu deild.

Í dag nýtur Sören Flink sítt otium við nógvum uttanlandsferðum og mentan á høgum stigi. Eftir ein frálíkan túr í London gongur leiðin nú til New York og Metropolitan.

Sören hevur verið á vitjan í Føroyum áður, og vónandi ber til at leggja leiðina framvið aftur, sum hann tekur til. Faroenews.se er sera væl dagførd og gjøgnumførd heimasíðu við spennandi lesnaði.

Ein partur verður sjálvandi dagførdur við góðari hjálp úr Føroyum – eitt nú kenda Fair Play Prize-síðan, men annars fer ein stórur partur av frítíðini til heimasíðuna.

Vit í Havnar Bóltfelag og hb.fo halda, tað er stuttligt og fyri so vítt undrunarvert, at fólk uttan serligt tilknýti til landið leggja so nógva orku í fótbóltin á okkara beru klettum.


Mynd: Marni Mortensen