KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Føroysku umboðini á ECA fundi í Hafnarfirði. Mynd Sofus D. Johannesen.

Føroysk fótbóltsfeløg kunna seg um fótbóltin í Evropa

Felagið18-04-2013 - Jónfinn Petursson
Umboð fyri nøkur av fremstu feløgunum í føroyskum fótbólti hava um dagarnar verið í Íslandi og kunnað seg um fótbóltin í Evropa.


Sofus Debes Johannesen, EB/Streymur, Kinna Olsen, NSÍ, Sámal Ímundarson, B36, og Finnbogi Arge úr HB hava júst verið tveir dagar í Íslandi, har økisfundur hjá ECA (European Club Association) júst hevur verið.


Bert hesi fýra føroysku feløgini eru í løtuni limir í ECA, sum er áhugafelagsskapur hjá fremstu evropeisku fótbóltsfeløgunum.

Fyri at gerast limur í felagsskapinum mugu fótbóltsfeløgini hava góð úrslit at vísa á. Kendi týski fótbóltsleikarin, Karl-Heinz Rummenigge, er formaður í ECA.

Feløg úr 9 londum í Skandinavia og Baltikum luttóku á tveir daga fundinum, har støðan hjá fótbóltsfeløgunum varð umrødd. Finnbogi Arge sigur við heimasíðuna, at føroysku feløgini fingu nógva nýggja vitan heim við sær aftur.