KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Fjórða grannauppgerðin á skránni

1. lið12-06-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 12. umfari í Effodeildini: B36 – HB

Mikudagin tá vit á fjórða sinni í ár bresta saman móti grannunum fyri sunnan, spæla vit okkara sjeynda útidyst av tólv møgulingum í ársins Effodeild.


Men til hendan útidystin koyrir stuðlabussurin tó ikki, og hóast eitt sindur av inflasjón er við at koma í grannauppgerðirnar, verður hendan helst týdningarmiklari enn allar hinar tríggjar í ár tilsamans.

Vertirnir hava fingið grús í maskinuna aftur, og avsmurningurin í seinasta umfari, tá Víkingur skoraði fimm ferðir, eigur at níta sera fast hjá stolta B36-venjaranum.

Alt fótbóltsføroyar øtaðist, tá B36 við níggju monnum vann á okkum í steypakappingini. Men satt at siga hava okkara leikarar svarað aftur við einasta rætta aftursvarinum: málum og sigrum!

Áðrenn hesar báðar undanfarnu dystirnar høvdu vit málúrtøkuna 8-8. Eftir sigrarnar á ÍF og 07 Vestur er vent i holuni til 16-11. Sig so tað.

Sigfríður og Rasmus hava eisini verið djarvir og loyvt fleiri yngri monnum á liðið, og eitt nú hava Adrian og Heri verið sera ágrýtnir. Haldið bara áfram við hesum.

Mikudagin kl. 18.00 verður enn ein spennandi grannauppgerð, og skulu vit ikki bara siga, at nú er okkara túrur komin ?


Góðan dyst og koyr á, HB!!!!
 


Allir dystirnir í 12. umfari eru hesir:

1406 EB/Streymur – Víkingur
1406 NSÍ – KÍ
1406 Skála – TB/FCS/Royn
1406 B36 – HB
1406 07 Vestur - ÍF