KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Fimm mál til Heidi og bronsu til kvinnurnar

Kvinnur12-10-2013 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, 21. umfar: EB/Streymur/Skála – HB 3-6 (1-3)

Framgongdin hjá besta kvinnuliði okkara hevur verið áhaldandi. Hóast vit kanska ætlaðu okkum eitt sindur meira, kunnu vit fegnast sera nógv um flottu bronsukrónurnar ið vit fingu til høldar í dag eftir ein flottan og greiðan sigur á silvurvinnarunum úr EB/Streymi/Skála.


Dagsins og helst ársins leikari, Heidi Sevdal, gjørdi ikki mætari enn at skora fimm ferðir. Við hesum staðfesti hon eisini sína støðu sum mest skorandi í bestu kvinnudeildini í ár.

Fyri uttan tey fimm málini ið Heidi fekk, skoraði Bjørt H. Magnussen til 2-0. Fyrsta málið kom tó ikki fyrr enn stutt eftir hálva tíman. Hálvleiksstøðan var 3-1 til okkum.

Tá Sólja T. Eiðisgarð stutt inn í seinna hálvleik minkaði um munin, var um reppið at spenningur kom í aftur, men hesum vildi Heidi ikki hava sitandi á sær og við einum reinum hatrikki frá 65 til 71 minutt, var punkumið sett.

Hetta var okkara triði dystur móti samansetta felagsliðnum og samstundis okkara fyrst sigur á teimum. Kvinnurnar hava ment seg í trí ár frá eimum aftasta plássi til í ár at vinna brosu.

Hetta halda vit verða sera flott og avbera væl frágingið av øllum rundanum liðið. Vit ynskja kvinnunum, venjarum, Allan og Ríkin, øllum rundanum og okkum sjálvum hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum.

Eisini mugu vit minnast til at senda eina heilsan til KÍ. Hjartalig til lukku við 14. meistaraheitinum. Eisini hjartaliga til lukku til dagsins vertir, EB/Streymur/Skála við silvurmerkjunum.

KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Kvinnur 1. deild, 21. umfar leygardagin 12. oktober 2013 kl. 14:00 undir Mýruhjalla, Skála

EB/Streymur/Skála – HB 3-6 (1-3)
0-1 Heidi Sevdal 32’
0-2 Bjørt H. Magnussen 40’
0-3 Heidi Sevdal 41’
1-3 Fríðrún Danielsen 45’
2-3 Sólja T. Eiðisgarð 52’
2-4 Heidi Sevdal 65’
2-5 Heidi Sevdal 69’
2-6 Heidi Sevdal 71’
3-6 Margunn Lindholm

Liðið: Nina Davidsen – Marjun undir Kletti (Bára A. Brekká 88), Edith Maria Samuelsen (Lív F. Arge 58), Elin Niclasen, Heidi Sevdal (liðsk.), Eilin S. Hansen, Elin Maria Isaksen, Bjørt H. Magnussen, Ása úr Dímun (Kristina Á. Jacobsen 82), Liljan av Fløtum Petersen og Sólrun Thomsen

Óbrúktir eykaleikari: Lea Reginsdóttir

Venjarar: Allan Dybczak og Ríkin N. Djurhuus

Gult kort: Ása úr Dímun og Marjun undir Kletti

Dómari: Heidi L. Elgeirsdóttir
Hjálpardómarar: Atli undir Kletti og Ottar í Funningsstovu