KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Enn ein sigur í Litava

Landslið23-04-2015 - Jónfinn Petursson

in.fo skrivar í kvøld, at føroysku U18 kvinnurnar vunnu sín næsta dyst í menningarkappingini sum verður hildin í Litava í hesum døgum.


Í gjár vunnu okkara gentur 3-1 á Letlandi, og í dag megnaðu vit aftur at vinna. Hjørdis Rasmusdóttir skoraði eitt frálíkt mál beint eftir hálva tíman. Lív F. Arge átti málgevandi avleveringina.

Beint fyri hálvleik javnaðu vertirnir eftir gott einmansavriki. Hetta úrslitið helt sær allan dystin sum so mátti avgerast við brotsspørkum.

Annika Dam í okkara máli bjargaði tí fyrsta brotssparkinum. Tá so litavar brendu næsta brotssparki eisini var eingin vegur aftur og okkara vunnu tí næsta dystin í kappingini. Okkara seinasti dystur veðrur leiktur leygardagin móti Ukraina.

Vit fegnast um góðu úrslitini og ynskja øllum hjartaliga til lukku.

Kelda: in.fo
Myndir: Moterys už futbolą