KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Enn ein janvleikur á Skála

1. lið15-10-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 26. umfar: Skála – HB 0-0

Eftir at hava brúkt 90 óinspereraðar minuttir undir Mýruhjalla í dag, mugu vit staðfesta, at enn einferð vunnu vit okkum eitt heppið stig heim við aftur.


Longu frá fyrstu minuttunum sást tíðuliga hvat skálamenn vildu hava og tað fingu teir eisini.
0-0 og enn eitt stig móti HB.

Tó, helst eiga teir, nú samanum kemur, at iðra seg um brendu møguleikarnar. Tí, vertirnir høvdu fleiri enn vit, og var tað ikki fyri dagsins mann, Teitur Gestsson í okkara máli, stóð illa til.

Vit gjørdu ein lítlan vørr stutt fyri leiklok, men hvørki Símun ella Ári megnaðu at fáa bóltin framvið Gango í Skála málinum.

Vit taldu tveir møguleikar til okkum og minst fimm til vertirnar, men Teitur var ein brandur og vardi fyri øllum sum kom móti okkum.

Akkurát sum við hinum báðum dystunum okkara millum í ár, fer hesin skjótt og væl í gloymibókina, og vit tíma absolutt ikki at dvølja meira vit hetta.

Komandi leygardag endar ársins Effodeild og í Gundadali taka vit móti grannunum fyri sunnan. Tann tíð tann gleði og tað hoyra vit meira um seinni.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 26. umfar sunnudagin 15. oktober 2017 kl. 15.00 undir Mýruhjalla

Skála – HB 0-0

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Daniel Johansen (Hjalti K. Djurhuus 72), Tróndur Jensen, Heri H. Mohr (Hans Jákup Annfinsson 64), Sebastian Pingel, Adrian Justinussen (Símun Samuelsen 46) og Øssur Dalbúð

Óbrúktir eykaleikarar: Mattias Lamhauge – Aleksandar Stankov, Aron L. B. Clementsen og Poul Thomas Dam

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Teitur M. Gestsson

Dómari: Kári J. á Høvdanum
Hjálpardómarar: Arni Rasmussen og Jóannes Mikkelsen
4. dómari: Vinjard Dam