KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Elly gevst

1. lið09-06-2017 - Jónfinn Petursson

Nú er greitt, at Daniel Elly Pedersen gevst í Havnar Bóltfelag. Avgerðin er tikin í sátt og semju millum felagið og leikarin.


Áleyparin, ið skuldi skjóta okkum upp millum tey bestu aftur, hevur verið so mikið darvaður av skaðum, at hann bara fekk tríggjar dystir í landskappingini og ein í steypakappingini.

Blíði og fyrikomandi framherjin hevur eyðvita stórar trupuleikar av undirlagnum, vit leika á, og áhaldandi skaðar hava staðist av hesum.

Vit harmast sjálvandi almikið, at Daniel ikki kann halda fram. Samstundis sum vit takka fyri hansara íkast, ynskja vit Elly bestu eydnu í framtíðini.