KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Elin Maria Isaksen hat-trick í Gøtu. Savnsmynd: Rakul Hansen/hb.fo

Elin Maria søkti Víking

Kvinnur27-05-2013 - Jónfinn Petursson

1. deild kvinnur: Víkingur - HB 0-4

Landskappingin hjá kvinnunum tykist alsamt at gerast meira spennandi, nú samanlagda liðið EBS/Skála vann 2 -0 á KÍ við Margáir sunnudagin. Bæði liðini hava nú 18 stig, so kappingin er sera hørð.


Okkara kvinnur vunnu samstundis 4-0 í Gøtu á Víkingi, men sigurin kundi verði størri. Elin Maria Isaksen hevði ein serliga stuttligan dag, tí hon skoraði trý tey fyrstu málini og fekk hat-trick.

Heidi Sevdal, sum annars liggur fremst í málskjótingini hjá HB, fekk fjórða málið. Við fína sigrinum hava vit nú 15 stig og tiva fremstu liðini í nakkan.

Komandi vikuskifti verður leikt móti B36, sum liggur á fjórða plássi við 9 stigum- Tað er so ein onnur uppgáva, og tíkið út frá fyrra dystinum okkara millum eiga vit helst at fáa tey stigini í hús eisini.

Vit gleðast um sigurin og hugaligu gongdina hjá kvinnunum higartil.


Hagtølini:

8. umfar, sunnudagin 26. mai 2013 kl. 12,30 í Sarpugerði

Víkingur - HB 0-4 (0-2)
0-1 Elin Maria Isaksen 16
0-2 Elin Maria Isaksen 19
0-3 Elin Maria Isaksen 65
0-4 Heidi Sevdal 82

Liðið: Nina Davidsen - Sára Samuelsen (Anitha K. Mortensen 72), Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal, Rannvá Mortensen (Marjun undir Kletti 46), Lív F. Arge, Eilin S. Hansen, Elin Maria Isaksen, Bjørt H. Magnussen (Elin Niclasen), Liljan av Fløtum Petersen og Doris í Garði Olafsdóttir

Eyka: Annika Hansen og Hildur Egilsdóttir
Venjari: Allan Dubczak
Hjálpar venjari: Ríkin N. Djurhuus