KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Eitt sindur um gentur 14 og 17

U17 Gentur04-06-2017 - Jónfinn Petursson

Eftir at bæði lið okkara eru úti av steypakappingini, er alt fokus nú flutt á landskappingina, og tað sæst.


Nær um allir leikarar møta stútt og støðugt upp til venjingarnar, og hugburðurin bæði til dyst og venjing er sera góður.

Tey avvarandi eiga sjálvandi eisini sín stóra leiklut í at halda børnunum til, og sjávlsálitið hjá okkara leikarum veksur, og hetta sæst aftur í avrikunum.

Hóast kappingin er góð, og hini liðini sera góð, eru bæði U17 og A-liðið hjá U14-gentum fremst í kappingini. Fleiri góðir og spennandi leikarar eru á síggja á flestu liðunum, men okkara standa altso ikki aftan fyri.

B-liðið hjá U14 gentum hevur tó sínar avbjóðingar, og fleiri leikarar eru ikki so royndar. Harumframt er tað ein avbjóðing at møta við sama liði hvørja ferð. Tó er tað ein jaligur trupulleiki, at vit hava so nógvar leikarar at taka av. Men genturnar hugna sær, og úrslitið er, at vit í HB fáa fleiri og fleiri leikarar.

Vit mugu ikki gloyma venjararnar í øllum hesum. Teirra góði andi og jaligi framferðarháttur hjálpur eisini gentunum rætta vegin. Heilt frá U6 til besta kvinnuliðið.

Sjálvandi eru okkara bestu spælarar umráðandi, men líka umráðandi er tó, at halda fokus á breiddina og halda øllum gentunum, sum bara elska at spæla fótbólt, til. Á henda hátt kunnu tær eisini knýta vinarbond og hava góða samveru við aðrar gentur, og á tann hátt mennast og búnast.

Okkara venjarar skulu halda skil á yvir 100 gentum, so tað er ein stór ábyrgd, vit sum felag hava í samfelagnum.

Vit síggja fram til eitt framhaldandi spennandi og gevandi kappingarár. Genturnar hava tað gott í Havnar Bóltfelag, og burturúr øllum hesum skulu so loksins koma nakrir frálíkir leikarar til okkara besta kvinnulið.


Vit koyra á saman - og koyr á, HB!!!!