KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Einki mál í Gundadali

1. lið07-04-2013 - Jónfinn Petursson

Effodeildin (5): HB - 07 Vestur 0-0


Vágamenn fingu tað teir komu eftir: tað eina stigið. Vit megnaðu ongantíð rættuliga at lirka verjuna upp, og tá vit so komu í leysa støðu, kom málverjin væl út og vardi fyri. Hetta er helst keðiligasti dystur, vit hava sæð í Gundadali í mong ár.


Heimasíðan tímur ikki at gera so nógv burturúr hesum dystinum. Vit høvdu eini fimtan málmøguleikar, men sum oftast var skotið uttanfyri málrammuna. Tær ferðirnar, vit komu heilt inn, var Gango ella verjan fyri. At málmaðurin slapp at brúka knappar tjúgu minuttir í alt uppá málspark, sigur bara, at gestirnir komu eftir tí eina stiginum og fingu tað.

Ibrahima Camara og Tór-Ingar Akselsen vóru eyðsýndir fyri gestirnar í dag, eins og Jovan Panic eisini vísti seg væl fram, hóast hann kanska datt nakað lætt, tá vit nærkaðust.

Okkara menn raktu kanska ikki dagin so væl, sum vit ætlaðu, men eitt nú Gunnar Haraldsen var aftur ein brandur í dag. Hinvegin royndu vit tað vit kundu, men megnaðu bara ikki at fáa hol á. Tílíkar dystir, tá gestirnir grava seg niður, koma vit helst at uppliva aftur, og hesin dysturin var sum so eingin katastofa.

Vit eru framvegis ósigraðir í Effodeildini, og tað skulu vit halda fast í. Hetta var euisini triði dysturin á rað, har vit halda nullið, og tað man vera eitt sindur síðani seinast nú. 

Komandi sunnudag 14. apríl, skulu vit til Sands, har B71 tekur ímótí í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Upp við høvdinum og vit herja á aftur.

KOYR Á, HB !!!!


HAGTØLINI

5. umfar - sunnudag 7. apríl 2013 kl. 15.00 í Gundadali

HB - 07 Vestur 0-0 (0-0)
Liðið: Teitur Gestsson - Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Tróndur Jensen - Símun Samuelsen, Bárður Olsen (Heini Vatnsdal 55) , Fróði Benjaminsen (liðsk.) - Kristin R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen, Bárður J. Heinesen (Andrew av Fløtum 55 (Magnus Egilsson 84))
Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen og Kaj Niclasen
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Gul kort: Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Bárður J. Heinesen og Kristin R. Mouritsen
Reyð Kort: ongin
Dagsins maður: Teitur M. Gestsson
Dómari: Rói Jacobsen
Hjálpardómarar: Jan á Líðarenda og Kristian Sofus Petersen


Myndir: Rakul Hansen/HB