KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: nordlysid.fo

Einki at heinta við Djúpumýrar

Kvinnur12-06-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, 10. umfar: KÍ – HB 3-0

Kvinnurnar stríddust fyri tí við Djúpumýrar sunnudagin, men móti dystarenda brast og trý mál seinastu tjúgu minuttirnar var munurin millum besta og triðbesta liðið í kvinnukappingini.


Sunnudagin var 10. umfarð í landskappingini á skránni. Hesaferð var tað KÍ, ið tók ímóti við Djúpumýru. Og yvirraskandi nokk, vóru tað góð fótbóltslíkindi í Klaksvík.

Hýrurin var góður og leikarirnir sera spentir til dystin. Dysturin var bríkslaður í gongd og vit vóru allar sera uppsettar uppá, at gera okkara allar besta!

Fyrsta korterið var eitt sindur rótut og KÍ var meiri á bóltinum. Men sum fráleið kempaðu vit okkum inn í dystin og komu eisini fram til fleiri málmøguleikar, men tó uttan úrslit. Tá dómarin bríkslaði til hálvleik, var støðan framvegis 0-0

Í hálvleikinum var dentur lagdur á at blíva við at pressa. Hetta tóku vit til okkum og hildu á at kempa, og vita um vit ikki kundu fáa eitt mál.

Bæði liðini komu til fleiri kjansir, har vit millum annað høvdu tveir fantastiskar kjansir har Rebekka fekk ein fríleypara og var einsamøll móti málinum, men málverjin hjá KÍ stóð væl og vildi ikki lata nakað mál ígjøgnum.

Sum tíðin leið tók KÍ aftur takið á bóltin og spældi seg til kjansir, og serliga eftir tær fingu skorað til 1-0 Í 72 min., har Rannvá Andreasen eftir horna fekk bóltin út aftur til sín og legði eitt innlegg innfyri, har KÍ kvinnurnar vóru kvikari at bóltinum og fingu koyrt hann í málið.

KÍ var nú meira á bóltinum og høvdu fingið geistin aftur, ið gjørdi tað truplari fyri okkum. Hóast vit enn pressaðu og kempaðu fyri at fáa mál, so var hetta ikki nokk til at venda støðuni.

KÍ megnaði í 87. minutti at bróta seg í gjøgnum á síðuni, har eitt innlegg endaði hjá Eyðvør Klakstein, ið megnaði at snittað bóltin forbíð okkara málverja til 2-0. 

Tó skuldi hetta ikki blíva til endaligu støðuna, tí eftir rótut spæl í 16 metrinum, megnar KÍ í síðsta minutti at skora til 3-0, ið gjørdist endaliga støðan.

Eitt sera keðiligt úrslit eftir ein góðan dyst, har leikarar ikki føldu at hetta var eitt úrslit, ið avspeglaði gongdina í dystinum.

Enn er tó fleiri dystir eftir, so enn er einki avgjørt. Vit eru klárar aftur til ein nýggjan og spennandi dyst í Sarpugerði sunnudagin, har ÍF/Víkingur tekur ímóti.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 10 umfar: sunnudagin 11. juni 2017 kl. 12.30 við Djúpumýru

KÍ – HB 3-0 (0-0)
1-0 Mari Thomsen 72’
2-0 Eyðvør Klakstein 87’
3-0 Eyðvør Klakstein 93*

Liðið: Simona Heinsen – Marjun undir Kletti, Julia Helena Henriksen (Rannvá Mortensen 56), Janita Ole-Jacobsen, Milja R. Simonsen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze (Barbara á Dunga 79), Liljan av Fløtum, Elin Maria Isaksen (Poula Andreasen 79) og Rebekka Benbakoura

Óbrúktir eykaleikarar: Lea Hansen og Sólrun Thomsen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson

Dómari: Bogi E. Hansen
Hjálpardómarar: Petur Páll W. Hentze og Kristian G. Joensen