KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/HB.

Sannførandi sigur í toppuppgerð

1. lið21-04-2013 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 6. umfar: HB - Víkingur 3-0

Í dag vóru vit vitni til okkara besta avrik í ársins Effodeild. Hóast dysturin minti nógv um dystirnar móti EB/Streymi og ÍF, og við allari virðing fyri teimum, kennist hesin sigurin nógv betri.

Grundin undir góða sigrinum á flúgvandi Víkingunum varð løgd beinanvegin. Hart arbeiði og kontantar taklingar blandað við góðum og skjótum álopsspæli var á matarlepanum í dag.

Eftir at Símun hevði roynt seg við skoti tíðliga í dystinum, vóru gestir næstir at royna seg. Jann Ingi Petersen kom sær í sera góða støðu í okkara brotsteigi, men tíverri fyri hann fór skotið við síðuna av málinum.

Løtu seinni var Kristin nær við at skorað, men Geza Turi var knappur og bjargaði til horna. Christian sendur bóltin innfyri og hægstur er Heini Vatnsdal sum skallar bóltin flott í málið. Tá vóru stórir tjúgu minuttir leiktir.

Nú varð væntað at Víkingur fór at leggja stórt trýst á okkum, men burtursæð frá einum vandaleysum langskotið, hendi ikki so nógv.

Okkara verjupartur riggar sera væl og torført er hjá mótstøðuliðunum at spæla seg fram til góðar møguleikar. Tí hava vit bara latið tvey mál sleppa í gjøgnum eftir higartil 6 umførum. Onkur sum hevur granskað í hesum vil verða við, at hetta er ikki hent síðan 1977.

Hanus Jacobsen kom annars í sera góða støðu og hevði helst besta møguleika fyri Víking eftir at hann hevði snarað sær framvið fleiri av okkara verjuleikarum, men tá teir slepptu, var Teitur klárur og bjargaði flott út til horna.

Beint fyri hálvleik skoraðu vit aftur. Eftir at vit vunnu bóltin í umstilling hjá gestunum, kom Christian í góða støðu við tveimum møguleikum. Antin at spæla til Símun ella royna sjálvur.

Hann snarar eitt sindur aftur og fram og, sum onkur viðmerkti í HB-skýlinum, valdi tryggu loysnina og smoygdi bóltin yvir móti handaru stong og í málið. 2-0 og so var klárt til hálvleikskaffi.

Beinanvegin eftir byrjan av seinna hálvleiki valdu vit at gera tað spennandi. Vit missa bóltin í vandamiklari støðu heilt har afturi og endin er at Kaj Leo í Bartalstovu kom at standa sera fríur. Tíbetur fór veika skotið á stongina og út.

Fýra minuttir fyri tímaslagið punkteraðu vit øllum. Eftir gott spæl fær dagsins maður, Andrew av Fløtum, bóltin. Staddur nakað inni í brotsteiginum smekkar hann til. Hóast tað sá út sum um bólturin skuldi fara við síðuna av, smýgur hann sær innum stongina. Sera vakurt mál.

Gestirnir høvdu eina roynd afturat eftir horna, men aftur var Teitur klárur og bjargaði í stórum stíli. Heini og Kristin royndu seg, men báðar ferðir við síðuna. Finnur Justinussen royndi seg eisini, men hesuferð beint á Teit.

Eitt sindur av roki stóðst av eini hornastøðu, og endin var at Rúni Gaardbo vísti Geza Turi av vøllinum. Ikki var lætt at síggja hvat hendi, men aftaná hevur heimasíðan latið sær fortalt, at handa støðan var rætt taklað av Rúna.

Samanumtikið kunnu vit bara staðfesta, at vit vunnu ein greiðan og fult uppibornan sigur og tí liggja einsamallir fremst í Effodeildini.

Komandi vikan verður krevjandi hjá okkum. Tveir útidystir eru á skránni. Flaggdagin skulu vit norð til Klaksvíkar har KÍ tekur ímóti við Djúpumýru og sunnudagin tekur NSÍ ímóti við Løkin. Flott úrslit dreingir og hjartaliga til lukku til okkum øll.

Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

6. umfar - Sunnudagin 21. apríl 2013 kl. 15.00 í Gundadali

HB - Víkingur 3-0 (2-0)
1-0 Heini Vatnsdal 22
2-0 Christian R. Mouritsen 45
3-0 Andrew av Fløtum 55

Liðið:
Teitur Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen - Símun Samuelsen (Pál Mohr Joensen 82), Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen (liðsk.) - Kristian R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen (Bárður Olsen 83, Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen 82)

Óbrúktir eykaleikarar:
Hans Jørgensen og Tróndur Jensen
Á beinkinum:Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort:Símun Samuelsen, Alex José dos Santos og Heini Vatnsdal
Reyð Kort:-Dagsins maður:Andrew av Fløtum

Dómari:
Rúni Gaardbo
Hjálpardómarar:Johnleif Gerðisá og Thorvald Petersen
4. dómari:Pætur Albinus


Myndir: Rakul Hansen/HB.