KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen/hb.fo

Símun rann frá TB

1. lið12-05-2013 - Jónfinn Petursson

Effodeildin: HB - TB 3-0 (2-0)

Dagsins dystur var góður við ágangandi álopsspæli frá báðum liðum. Hóast vit longu í fyrsta minutti løgdu okkum framum og bara lítla løtu seinni kundu havt økt, pakkaðu gestirnir seg ikki niður, men herjaðu óttaleysir á. Munurin á liðunum í dag var bara tann, at vit dugdu betri at skjóta mál.


Spæld vóru ikki meira enn 44 sekund, tá fyrsta málið kom . Dagsins maður, Símun Samuelsen, ið var ein áhaldandi hóttan frá vinstru síðu, sendi bóltin væl inn til Andrew, ið ísakalt skoraði við eini góðari innarusíðu.

Vit blivu fangaðir eitt sindur við buksunum niðri eftir hetta. TB legði okkum undir stórt trýst næstu løtuna. Aron Sørensen royndi seg við góðum skoti, og Óli Johannesen kom í góða støðu eftir horna, men okkara menn fingu rudda burtur á mállinjuni. Óli royndi seg enn einferð við góðum skoti, tá seks minuttir vóru leiktir, men Teitur var fyri og bjargaði.

Santos spældi seg fram í góða støðu, men tíverri fór skotið við síðuna av. Lítla løtu seinni øktu vit um leiðsluna. Gungho álopsspælið hjá TB mátti kosta, og enn einferð fangaðu vit teir í umstilling, og enn einaferð var Símun upphavið til málið. Hann sendur bóltin tvørturum brotsteigin, Christian er fyrstur á bóltinum og bums, so var 2-0

Tríggjar minuttir seinni átti Andrew at skorað aftur, men Ivan Stoijkovic var knappur og bjargaði royndini, eftir at vit í góðum stíli høvdu broderað okkum gjøgnum TB-verjuna.

Tá 22 minuttir vóru leiktir, spældi Símun aftur ein góðan bólt inn móti brotsteiginum, men hesuferð var Heini Vatnsdal óheppin, tá drønskotið fór uppum málið.

TB herjaði áhaldandi á, og eftir eitt horna royndu teir seg í fleiri umførum, men heldur ikki her vildi bólturin inn í málið. Poul Ingason rann seg í góða støðu tíggju minnutir fyri hálvleik, men tíbetur var Teitur klárur og fekk hondina á, soleiðis at einki álvarsligt hendi.

Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki løgdu vit eitt tungt trýst á gestirnar í undanvindinum og komu í fleiri góða støður. Fyrst Símun og síðan Andrew royndu uttan úrslit. Fróði royndi seg eisini, men tá var tvørtræið fyri, og bólturin fór út.

Vit fingu tó eitt mál afturat. Ein góður bóltur verður sendur fram til Símun. Í staðin fyri at skjóta sjálvur spælir hann til Christian, ið tíverri ikki fær skil á bóltin. Hepnið er tó við okkum, og Símun fær bóltin aftur. Hesuferð sendur hann bóltin til ein púra leysan Kristin, ið takkar fyri og sendur bóltin í netið. Flott mál, ið vísur ósjálvsøknið hjá Símuni.

Men heldur ikki eftir hetta málið løgdu TB-arnir seg niður. Lítla løtu aftaná royndu teir seg við sera góðum skallara, men aftur uttan úrslit.

Í sama viðfangi verður bólturin sendur fram til Símun, sum stunar framvið verjuni og spælir til Andrew, men verjan kemur fyri, og royndin fer til horna.

Rundanum tímaslagið trýstu gestinir øgiligt. Ndende Adama Gyéye kom í tvær góðar støður, Aron Sørensen og Nicholas Ferenc Deverdics skutu eisini, men við sama úrsliti sum áður.

Símun hevði uppiborið eitt mál, og var hann neyvari, hevði lobbarin hjá honum farið í málið, eftir at hann enn einaferð var sendur avstað við góðum uppspæli.

Tróndur Jensen kom inn fyri Kristin, og Bárður J. Heinesen kom inn fyri Andrew. Bárður var ikki meira enn komin á vøllin, tá hann tiltuskaði sær eina góða roynd, men Ivan var fyri. Móti dystarenda royndi Dan Mortensen og Babacar Ndiour eisini at pynta um støðuna, men Teitur var klárur.

Í seinasta leikminutti varð Heini Vatnsdal tikin av vøllinum, og fyri fystu ferð nakrantíð, kom Bartal Wardum, sum í vikuni gjørdi sáttmála við okkum, á vøllin.

Bartal er ein av fleiri sera evnaríkum ungum leikarum, vit vænta okkum nógv av komandi árini. Ikki eiti á uppgáva at fáa í sinum fyrsta dysti, men Bartal vísti okkum at hann ikki smæðist at stríðast og herja á mótstøðumenninar. Flott og hjartaliga til lukku ungi maður.

Vit vunnu samanumtikið ein góðan og uppibornan sigur, men gestirnir vístu okkum eisini, at teir ikki leggja seg fyri eitt gott orð.

Eisini var stuttligt at notera sær, at okkara áskoðarar, væl leiddir av fólkunum í Red Lions, eisini vunnu greiðan sigur á Einherjunum hjá TB.

Mánadagin 2. hvítusunnudag tekur B36 ímóti, og tað er so ein annar dystur. Vit gleða okkum og kunnu staðfesta, at nú er luft niður til eltandi liðini. Flott avrik og hjartaliga til lukku.

KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Effodeildin 9. Umfar: Sunnudagin 12. mai 2013 kl. 15.00 í Gundadali

HB – TB 3-0 (2-0)
1-0 Andrew av Fløtum 1
2-0 Christian R. Mouritsen 11
3-0 Kristin R. Mouritsen 55

Liðið: Teitur M. Gestsson - Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jógvan Rói Davidsen - Símun Samuelsen, Heini Vatnsdal (Bartal Wardum 89), Fróði Benjaminsen (liðsk.) - Kristin R. Mouritsen (Tróndur Jensen 71), Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen 77)
Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen og Pál Mohr Joensen
Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe
Gul kort: Heini Vatnsdal og Bárður J. Heinesen
Dagsins maður: Símun E. Samuelsen
Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Thorvald J. Petersen og Kristian Sofus Petersen


Myndir: Rakul Hansen/hb.fo