KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Fyrsta tapið á heimavølli

1. lið11-08-2013 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 19. umfar: HB - Víkingur 1-3 (0-0)

Fyrsti ósigurin á heimavølli varð veruleiki, tá Víkingur vitjaði í Gundadali. Gestirnir vóru nærlagdari í einum linligum og til tíðir óáhugaverdum taktiskum spæli, ið vitjandi venjarin vann.

Víkingur kom á vøllin við eina stiginum og vildi sjálvandi verja hetta so leingi sum til bar. At teir so við Finnur Justinusen hava ein framherja í serflokki er ikki yvir at dylja, og tað vísti Finnur eisini í dag.

Hóast vit vóru líka væl við sum gestirnir, dugdu teir nógv betur at umseta møguleikarnar til mál. At vit í verjupartinum til tíðir líktust ”Bambi á ísi”, gjørdi ikki støðuna lættari.

Finnur legði Víking framum, tá tjúgu minuttir vóru eftir at leika. Eitt raid í okkara vinstru síðu endar við, at bólturin verður sendur inn fyri, og har er málrevurin klárur og snýtir Teit.

Vit royndu at svara aftur, men oftast var okkara leikferð so lág, at nærlagda Víkingaverjan (allir ellivu mans!) sum oftast vóru komnir uppá pláss, og væl stýrdir av Atla Gregersen vóru teir ikki lættir at syfta.

Vit javnaðu tó fimm minuttir fyri tíð. Andrew sendur ein góðan bólt innfyri, og júst innkomni og afturkomni Páll Mohr Joensen vísir dygdir og sendur bóltin uppundir máltakið.

Nú varð væntað, at vit koyrdu stigið heim, men so varð ikki. Eftir at hava givið bóltin upp, fara gestirnir í álop. Endin er, at Finnur aftur vísir evni, vendir sær frá okkara verju og sendir bóltin hegnisliga í netið.

So var krútið brúkt, og Filip Djordjevic slapp at enda veitsluna við enn einum góðum máli, ið Teitur heldur einki kundi gera við. Tí kundu vit staðfesta, at fyri aðru ferð í ársins Effodeild  eru vit farin av vølli sum taparar.

Næsti dystur okkara er við Djúpumýrar komandi sunnudag, tá KÍ á Sjómannadegnum tekur ímóti. Tað er ein nýggj uppgáva, ið vit gleða okkum almikið til.

Hesin dysturin er farin, og nú løða vit upp til komandi vikuskiftið. Upp aftur við høvdinum dreingir, vit vita øll at tit eru betur enn tað vit sóu í dag. Mikudagin er landsdystur í Íslandi, og vit ynskja okkara úttiknu leikarum og landsliðnum øllum góða eydnu.

KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 19. umfar sunnudagin 11. august 2013 kl. 15:00 í Gundadali

HB – Víkingur 1-3 (0-0)
0-1 Finnur Justinussen 70’
1-1 Páll Mohr Joensen 85’
1-2 Finnur Justinussen 86’
1-3 Filip Djordjevic 90’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Alex José dos Santos (Pál Mohr Joensen 77), Jóhan Troest Davidsen, Heini Vatnsdal, Tróndur Jensen (Bárður J. Heinesen 80), Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Kristin R. Mouritsen (Páll Mohr Joensen 80) – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum og Símun E. Samuelsen

Óbrúktir eykaleikari: Hans Jørgensen

Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Milan Cimburovic, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Jóhan Troest Davidsen
Gul kort: Andrew av Fløtum og Bárður J. Heinesen

Dómari: Rúni Gaardbo
Hjálpardómarar: Edvard og Dan Højgaard
4. Dómari: Pætur Albinus


Myndir: Páll Árni Berg