KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Gott spæl og góð mál

1. lið28-05-2017 - Helgi Nielsen

Effodeildin, 10. umfar: HB - ÍF 4-2

Eftir stóra vónbrotið hósdagin var tað týdningarmikið hjá okkara monnum at reisast og koma aftur á beint. Tað gjørdu teir væl og fyri ein stóran part sannførandi í dagsins dysti móti fuglfirðingum.


Venjararnir høvdu gjørt stórar broytingar í hópinum í mun til dystin hósdagin. Nógvir av teimum ungu fingu møguleikan frá byrjan í dag, og tað komu teir væl frá. Tað var meira ferð yvir spælinum, og vit komu til nógvar møguleikar.
Longu í 3. minutti leggja vit okkum á odda. Sera væl upplagdi Adrian Justinussen, sum var valdur til dagsins leikara í dag, spælir ein góðan bólt út til Hera H. Mohr í høgru síðu. Heri kemur til baklinjuna og leggur bóltin út frá til Jògvan Róa sum smekkar til. Bólturin endar hjá Stankov, sum trygt setir hann í netið til 1-0. Nakrar minuttir seinni sendir Adrian ein góðan stikning til Stankov, sum gjørdist púra leysur móti málmanninum, men frálíki málmaðurin hjá fuglfirðingum verjir fyri.

Í 19. og 20. minutti høvdu vit aftur 2 góðar royndir. Fyrst var tað trunkaspæl í ÍF brotsteiginum, sum endar við, at bólturin verður bjargaður á strikuni. Síðan royndi Adrian seg við góðum skoti, men tíverri beint við síðuna av. Í 24. minutti er tað aftur í okkara høgru síðu tað sker. Heri og Jógvan Rói hava bóltin, sum síðani endar hjá Róki. Har var eingin at spæla til hjá Róki, og tá hann fekk gott pláss, valdi hann bara at senda eitt skot móti málinum, har bólturin smeyg sær inn heilt uppi við samankomingina. Flott mál.

10 minuttir seinni er Stankov aftur leysur móti málmanninum, men í tveimum royndum klárar Henrik í málinum at verja fyri. Løtu seinni hava fuglfirðingar sina fyrstu roynd móti okkara máli, tá Alex sendir eitt gott skot móti málinum, men beint við síðuna av. Restin av fyrra hálvleiki var meira friðarlig, men 2-0 leiðsla í hálvleikinum kendist væl, tó at hon átti at veri størri.

Tiverri komu vit ikki so væl út til seinna hálvleik, og gestirnir tóku nú yvir og settu okkum undir trýst. Tað góða spælið frá fyrra hálvleiki var ikki at síggja, og vit høvdu trupult við at spæla okkum úr trýstinum. Tað mátti enda gali, og tað gjørdi tað eisini í 51. minutti, tá ein bóltur brádliga endar hjá Andy Olsen, sum rættuliga leysur sleppur at smekka bóltin í netið til 2-1. Hóast ávaringina, so gingu einir 10 minuttir afturat, áðrenn vit fingu fatur í dystinum aftur.

Onkur møguleiki spurdist burturúr, m.a. tá Heri legði ein góðan bólt til Stankov, sum royndi at hæla bóltin í netið, men málverjin vardi fyri. Løtu seinni er tað innskifti Dánjal Pauli Lervig, sum smekkar til úr spískum, men við síðuna av. Í 75. minutti fær Adrian bóltin á miðjuni. Hann driblar móti málinum, og snýtur fleiri ÍF'arar á vegnum. Í góðari støðu leggur hann so bóltin til Stankov sum smekkar bóltin í málið til 3-1. Flott av bæði Adrian og Stankov. Gleðin var tó stokkut, tí bara 2 minuttir seinni verður eitt ÍF fríspark sent inn í okkara brotsteig, har Ndende er hægstur og skallar bóltin í málið til 3-2.

Hetta tók tó ikki mótið frá okkara monnum, og í 80. minutti er tað innskiftið Pingel sum sendir eitt gott skot móti málinum, men aftur vardi málverjin væl fyri. 5 minuttir seinni er tað Jógvan Rói sum leggur bóltin út frá til Adrian, sum leggur bóltin í hina síðuna til Dánjal Paula sum við einum dreymahøggi smekkar bóltin inn við nærmastu stong til 4-2 og dysturin avgjørdur. Í síðsta minutti er tað Heri sum við góðari roynd sendir bóltin upp í málhornið, men aftur var málverjin har og vardi fyri. Eftir hetta hendi ikki tað stóra, og sostatt fingu vit 3 týdningarmikil stig í skjáttuna umframt nøkur sera góð mál.

Samanumtikið var talan um eitt fult uppibornan sigur, og ikki minni gleðiligt var tað at síggja eitt gott liðavrik, har gott spæl og høg leikferð eyðkendi HB liðið ein stóran part av dystinum. Tað vilja vit gjarna síggja meira av leygardagin 3. juni, tá vit skulu á Dungasand at spæla móti 07 Vestur.

KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 10. umfar sunnudagin 28. mai 2017 kl. 15.00 í Gundadali

HB - ÍF 4-2 (2-0)
1-0 Aleksandar Stankov 3’
2-0 Rókur av Fløtum Jespersen 24'
2-1 Andy Olsen 51'
3-1 Aleksandar Stankov 75'
3-2 Ndende Adama Guéye 77'
4-2 Dánjal Pauli Lervig 85'

Gult kort: Adrian Justinussen

Liðið:Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen (Dánjal Pauli Lervig 59), Poul Thomas Dam,  Ári Mohr Jónsson, Adrian Justinussen, Tróndur Jensen (Heðin Hansen 61) Rókur av Fløtum Jespersen og Alexandar Stankov (Sebastian Pingel 79) 

Óbrúktur eykaleikarar:Mattias Lamhauge, Levi Hanssen, Martin Bergvold og Símun Samuelsen

Á beinkinum:Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Allan Dybczak

Dagsins maður: Adrian Justinussen

Dómari: Lars Muller
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Petur Páll Winther Hentze
4. dómari: Rani A. Skaalum


Myndir:Rakul Hansen