KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







EB/Streymur vitjar Skírisdag

1. lið04-04-2017 - Jónfinn Petursson

Eitt av stóru steypaliðunum seinastu árini, EB/Streymur, er okkara næsta mótstøðulið tá fjórðingsfinalurnar um ársins Løgmanssteyp skulu avgreiðast.


Lutakastið um hvussu spælast skal í næsta umfari í Løgmanssteypinum varð avgreitt í 3-2 sendingini hjá KVF mánakvøldið.

Vit sleppa veruliga at royna okkum skírisdag, tá felagsliðið úr Sundalagnum kemur á vitjan. Hóast støðan í dag helst er væl øðrvísi enn tá teir blá/svørtu ræddu síni mósttøðulið bara við at møta upp, verður uppgávan ikki torførari.

Vit vilja sjálvandi verða við tá steypið 26. august skal handast, og skulu vit tað, mugu vit seta sundalagsmenn uppá pláss. Men, sum onkur segði, livst so spyrst.

Hinar 1/4. finalurnar eru hesar:
1304 ÍF - KÍ
1304 B36 - Víkingur
1304 NSÍ - TB/FCS/Royn