KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Dreymabyrjan hjá Øssuri

1. lið09-04-2016 - Helgi Nielsen

Effodeildin, 5. umfar: Skála - HB 0-3

Tað gjørdist ein sonn dreymabyrjan hjá Øssuri M. Dalbúð, tá hann í dag kom á vøllin fyri HB fyri fyrstu ferð. Trý mál og reint hattrikk í sínum fyrsta dysti, so verður tað ikki nógv betri.

Vit vóru mest sum aftur í vanligu byrjunaruppstillingini í dag - tað var líka Ári Mohr Jónsson, sum framvegis er uttanfyri við skaða, og aftur í dag spældi Magnus Egilsson á hansara plássi á vinstra bakki. Hjá Skála var miðvallargeneralurin Pauli G. Hansen uttanfyri, og tað var uttan iva ein smeitur fyri heimaliðið.

Tað varð ikki roknað við tí stóru áskoðarafjøldini í dag, nú leygardagur var og vit spældu á bygd, men har vóru sera nógvir HB fjepparar til dagsins dyst- og tað er gleðiligt. Veðrið var heilt gott. Tað var kalt, og eitt lot var, men tað ávirkaði ikki spælið stórvegis.

Skálamenn byrjaðu øgiliga kompaktir og eru væl skipaðir defensivt, so tað ráddi um hjá okkum at fáa hol á skjótt, so teir noyddust at broyta taktik. Vit royndu eisini beinanvegin at leypa á, men vit komu ikki til teir heilt stóru møguleikarnar, tó at vit sótu á mest sum øllum spælinum. Tá góður hálvur tími var spældur, endar gott HB álop við, at Rókur fær bóltin í brotssteiginum hjá Skála. Hann stendur tó heldur skeivur, men fær allíkavæl snara fótinum so mikið, at bólturin fer móti Skála málinum men beint omanfyri. Beint aftaná høvdu vit aftur eina góða roynd, sum endaði við horna.

Skála vóru tó ikki heilt fyri ongum, og beint fyri hálvleik høvdu teir ein góðan møguleika, sum tó ikki endaði við nøkrum, men minuttin eftir var líka við. Vandamikli 9'arin hjá Skála - Brian Jacobsen - fær ein góðan bólt áraka brotsteigarmarkið, og hann ger ikki mætari enn at smekka til beinanvegin. Bólturin hevði beina kós móti málinum dygst við stongina, men onkursvegna fekk Teitur togt seg so mikið, at hann fekk vart fyri til horna. Gott skot og góð bjarging. Hetta var størsti møguleikin í einum annars keðiligum fyrra hálvleiki.

Tá seinni hálvleikur byrjaði, varð nýggi leikarin hjá okkum - Øssur M. Dalbúð - skiftur inn fyri Pál M. Joensen. Tað gekk bara ein lítil løta, so hevði Øssur longu verið við í góðum leiki, sum endaði við, at Tróndur skjeyt beint uppum. Nakrir minuttir seinni er tað í okkara enda, tað er galið. Ein góður bóltur verður sendur innfyri úr høgru, og aftur er Brian har, men lukkutíð fyri okkum er tað ikki høvdið, men økslin hjá Brian, sum sendir bóltin móti málinum hjá Teiti.

Minuttin aftaná eru vit í álopi. Bólturin er mitt fyri og verður sendur út í vinstru til Ari, sum ikki ger mætari enn at hoppa uppum, so bólturin endar hjá Magnusi, sum kemur stormandi uttanfyri. Magnus smekkar væl innfyri úr spískum, og har stendur Øssur, har hann skal, og setir líka uttarusíðuna á, soleiðis at bólturin endar líka innanfyri handaru stong. 0-1 og Øssur hevði leverað. Nú var dysturin eftir okkara premissum, og vit sótu tungt á spælinum, tó at vit ikki kendu okkum heilt tryggar enn, tí Skálamenn hóttu við millumbilum. Í 71. minutti vinnur Teit okkum fríspark á miðjuni. Tað verður sent heilt oman í brotsteigin, har Øssur við bringuni leggur bóltin útfrá til Trónd, sum smekkar til, men tíverri beint á Gango.

Løtu seinni kom Adrian inn fyri Christian, og tað gekk bara lítil løta, so hevði eisini hann havt eina góða roynd móti Skála málinum. Í 81. minutti verður ein góður bóltur sendur innum Skálaverjuna til Teit, sum hegnisliga leggur bóltin skrátt útfrá til Øssur, sum við vinstra beini plaserer bóltin í málið uttan møguleika hjá Gango. Nú var dysturin avgjørdur, og vit andaðu lættan. Nakrar minuttir fyri dystarlok endar ein góður bóltur hjá Fróða, sum smekkar til móti málinum. Gango hálvbjargar, men Øssur er fyrstur á returinum og setir bóltin í málið til 0-3. Hattrikk og dreymabyrjan í HB hjá Øssuri. Onkur møguleiki kom afturat, men tað komu ikki fleiri mál, og tískil var Øssur M. Dalbúð einasti málskjúttin í dag og gjørdist somuleiðis toppskjútti hjá HB.

Fyri at taka samanum kunnu vit siga, at HB sat fyri tað nógva á spælinum, men Skála hevði avgjørt sínar møguleikar í dystinum og kundu saktans fingið okkurt mál. Tað gjørdu teir ikki, men tað gjørdi HB, og tað var helst ruddiliga uppiborið, at HB vann. Fyrri hálvleikur var keðiligur við fáum møguleikum og lágari leikferð, meðan seinni var væl betri frá okkara síðu. Aftur í dag sóu vit okkara menn stríðast fyrimyndarliga sum lið, og har vóru nógvir kandidatar til heitið sum dagsins leikari, sum tó ikki óvæntað endaði hjá debutantinum Øssuri.

Við sigrinum í dag staðfestu okkara oddasessin, sum vit í hvussu so er eiga til komandi vikuskiftið, tá Argjamenn koma á vitjan í Gundadali.


Koyr á, HB!!!! 


HAGTØLINI

Effodeildin, 5. umfar leygardagin 9. apríl 2016 kl. 15.00 á Skála

Skála – HB 0-3 (0-0)
0-1 Øssur M. Dalbúð 51'
0-2 Øssur M. Dalbúð 82'
0-3 Øssur M. Dalbúð 88'

Liðið: Teitur M. Gestsson – Magnus Egilsson, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Pál Mohr Joensen (Øssur M. Dalbúð 46), Christian R. Mouritsen (Adrian Justinussen 80), Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen, Ari Mohr Olsen (Fróði Benjaminsen 56) og Teit Jacobsen.

Óbrúktur eykaleikari: Niklas Thomsen og Jákup F. Hansen

Gult kort: Teit Jacobsen

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Øssur M. Dalbúð

Dómari: Lars Muller
Hjálpardómarar: Jan Gardar og Andreas Josephsen
4. dómari: Rúni Gaardbo


Myndir: Rakul Hansen