KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Daniel heldur fram í HB

1. lið14-12-2017 - Jónfinn Petursson

Fyri løtu siðan varð greitt, at Daniel Johansen heldur fram í HB. Sáttmálin er galdandi fyri komandi tvey árini.


Daniel, ið einans er 19 ára gamal, hevur veruliga bitið seg fastan á besta liði okkara í ár. Áðrenn hann, í góða sigrinum móti Víkingini í Gøtu 6. august, kom inn mitt á miðvøllin fyri Rók ið mátti fara av vøllinum við skaða, hevur hann mest verið brúktur sum vongur og vongverji.

Evini røkka tó til nógv meir, og stóra ágrýtni og orkan ið Daniel leggur fyri dagin, hevði við sær, at hann smátt um smátt, gjørdist ein størri og størri partur av besta liði okkara.

Vit fegnast um at Daniel heldur fram í Havnar Bóltfelag og gleða okkum at síggja hann mennast enn meira í komandi tíð.


Mynd:
Turið Láadal Sejersdóttir