KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Dan í Soylu til HB

1. lið18-10-2017 - Jónfinn Petursson

Fyrsti uttangarðs spælarin til komandi kappingarár er nú klárur. Greitt er at Dan í Soylu skiftur blá/svørtu blusuna hjá EB/Streymi út við okkara reyð/svørtu.


Dan í Soylu ið er 21 ára gamal, er barnvaksin B71-ari og leikti, bara 16 ára gamal, sín fyrsta dyst á besta liðnum 1. august 2012 tá sandoyingar á heimvølli taptu 0-2 móti 07 Vestur.

Í 2013 og 2014 var Dan partur av okkara frálíku U18 dreingjum, sum tá var eitt samstarv við oyggjabúgvarnar fyri sunnan.

Frá 2014 til 2016 var Dan avgerðandi partur av besta liðnum hjá AB, áðrenn hann í ár skifti norð í Sundalagið.

Vit gleða okkum almikið um at hava fingið hendurnar í frálíka miðvallaranum og ynskja honum vælkomin í Havnar Bóltfelag.


Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir