KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Christian og Gunnar. Mynd: Finnbogi Arge

Christian og Gunnar longt um sáttmálan

1. lið26-07-2013 - Jónfinn Petursson

Havnar Bóltfelag er longu farið í gongd við at leggja fundamentið undir komandi kappingarárini. Hósdagin varð greitt, at Christan R. Mouritsen og Gunnar Haraldsen verða verandi í barndómsfelagnum komandi árini.


Báðir høvdu sáttmála galdandi fyri hetta kappingarárið, og hesir stuttu sáttmálarnir hava verið galdandi fyri fleiri av leikarunum á besta liðnum.

Tí er tað sera hugaligt, at Christian og Gunnar hava valt at leinga um samstarvið, ið bindur teir til barndómsfelagið í longri tíð.

Christian Restorff Mouritsen, sum seinni í ár verður 25 ár, vísti sínar avgjørdu dygdir í fjør, tá hann endaði sum toppskjútti fyri okkum. Í ár hevur hann bara koyrt víðari við fullari ferð og er ein sera týðandi partur av okkara frálíka álopsspæli.

Gunnar Højgaard Haraldsen er eitt ár eldri enn Christian. Gunnar hevur í ár rættiliga tikið av møguleikanum og víst sínar dygdir sum álítandi miðverji. Saman við Jóhan Troest hava teir megnað at stápla eina verjueind uppá beinini, ið vit í HB ikki hava sæð nú í nøkur ár.

Havnar Bóltfelag fegnast stórliga um, at Gunnar og Christian hava gjørt sáttmála við felagið, ið er galdandi til endan av 2015.


Myndir: Finnbogi Arge