KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Botnliðið vitjar sunnudagin

1. lið26-05-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 10. umfari í Effodeildini: HB – ÍF

Fult umfar er í Effodeildini sunnudagin og Gundadali koma fuglfirðingar á vitjan. Botnliðið skal venda gongdini.


ÍF hevur vunnið ein dyst í ársins Effodeild, tað er helvtin av okkara úrtøku.
Hetta saman við fimm tapum hevur ført við sær, at dagsins gestir nú liggja niðast í bestu deildini.

Vit liggja eisini í niðara enda í deildini og seinastu tveir dystirnir hava verið okkum dýrir. Tvey tap og 0-2 hevur verið úrtøkan seinastu vikurnar.

Hóast keðiligu gongdina seinastu dystirnar eiga vit at kenna okkum sum favorittar til dystin sunnudagin og eiga at hava øll stigini eftir tá dómarin loksins bríkslar av.

Vit gleða okkum til spennandi dystin sunnudagin kl. 15.00 og ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.


Góðan dyst og koyr á, HB !!!!


Allir dystirnir í 10. umfari eru hesir:

2805 Víkingur – Skála
2805 HB – ÍF
2805 KÍ – 07 Vestur
2805 TB/FCS/Royn – EB/Streymur
2805 NSÍ – B36