KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Steypadystur
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. --.--

HB - B68
29. apríl kl. --.--


 

 


Stuðlar







Blái Krossur manglar bússuberar

Ymiskt04-05-2017 - Jónfinn Petursson

Árliga landsinnsavnignin hjá Bláa Krossi er leygardagin komandi, 6. mai. Sum er mangla bússuberar í Tórshavn.

Vit hava verið á heimasíðuni hjá Bláa Krossi og nápað hesa søguna:

Hjálpið børnunum við at ganga við bússu.

Størsta avbjóðingin er at fáa nóg mikið av fólki at ganga í Havn, Hoyvík og Argjum, so vit náa runt allan høvuðsstaðin 6. mai.

Tað eru umleið 60 rutur í Havn, og tí hava vit brúk fyri minst 60 fólkum, fyri at náa allan høvuðsstaðin, og vilja vit tí innarliga heita á fólk, um at bjóða seg fram at ganga. Einasta krav er, at tú ert 18 ár ella eldri.

Komið við.

Vilt tú vera við, so møtast øll í Meinigheitshúsinum 6. mai kl.12.00
Eisini ber til boða Bláa Krossi frá á telefon 770700 ella umvegis teldupostin blakross(kurla)blakross.fo

Annars ber til at lesa meira um innsavnanina her.



Bússuberar plakat.pdf