KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Bartal og Daniel á U21 landsliðið

Landslið25-09-2017 - Jónfinn Petursson

Eli hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið teir 20 spælararnir, ið skulu dystast við Georgia á Tórsvølli týsdagin 10. oktober.

- Vit stórfegnaðust um 1-1 javnleikin í Finnlandi, men nú er tann dysturin søga. Týsdagin 10. oktober er mótstøðuliðið Georgia, og ætlanin er sjálvandi, at okkara ungu menn skulu finna fram somu dygdir frá seinasta dysti, har avrikið var heilt í topp, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

Fyrireikingarnar hjá føroyska U21-landsliðnum til EM-undankappingardystin ímóti Georgia eru so smátt farnar í gongd. Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, hava úttikið 20 spælarar til komandi dyst, og sambært venjaranum er talan um ein sterkan hóp.

- Tað er gleðiligt at staðfesta, at vit hava ein sterkan hóp, og at heilt nógvir spælarar eru í ovastu deildunum, sum bíða eftir møguleikanum at sleppa inn í U21-hitan, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Georgia hevur bara spælt ein dyst higartil í hesari undankappingini. Tá var talan um 3-0 tap á heimavølli fyri Póllandi. Fýra dagar áðrenn dystin ímóti Føroyum, spæla georgiarar á útivølli ímóti Danmark.


Allir, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:

John J. Frederiksen, 07 Vestur
Búi Egilsson, TB/FCS/Royn
Ari Olsen, Hákun Edmundsson, Skála
Bartal Wardum, Daniel Johansen, HB
Jákup Vatnhamar Olsen, Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, Betuel Hansen og Jann J. Benjaminsen, NSÍ
Ólavur Niclasen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð,
Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen, Meinhard E. Olsen og Erlendur Magnusson, B36
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DK)
Jákup Ludvig Thomsen, Thisted FC (DK)

Vit fegnast um, at Bartal og Daniel hava fingið landsliðsboð. Eisini fegnast vit um, at Teit og Jákup Ludvig eru við í hópinum, og ynskja øllum bestu eydnu vit komandi uppgávuni.


Heimildari og mynd: fsf.fo