KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Bartal og Daniel á U21 landsliðið

Landslið19-08-2017 - Jónfinn Petursson

Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur í fyrsta umfari úttikið 19 spælarar til dystirnar ímóti Danmark og Finnlandi, sum verða ávikavist á heimavølli 31. august og á útivølli 5. september.


Á fsf.fo stendur at lesa: - Vit gleða okkum og fara undir uppgávurnar við vónum og ætlanum um, at avrikið skal verða 110 prosent. Soleiðis sigur Eli Hentze, venjari hjá U21-landsliðnum, sum í næstum skal spæla tveir EM-undankappingardystir.

Hósdagin 31. august verður talan um danska mótstøðu á Tórsvølli, og fimm dagar seinni, týsdagin 5. september skal føroyska U21-liðið spæla á útivølli ímóti Finnlandi.

- Fyri framman standa tvær stórar og spennandi uppgávur, men vit hava eisini úttikið ein sterkan hóp. Men danir hava eisini eitt gott U21-landslið, har ikki færri enn átta av spælarunum vóru við í U21 EM-endaspælinum í summar, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Teir 19, sum í fyrsta umfari eru úttiknir, eru hesir
Janus S. Samuelsen, 07 Vestur
Elias Rasmussen, Víkingur
Ari Olsen og Hákun Edmundsson, Skála
Bartal Wardum, Daniel Johansen, HB
Ólavur Niclasen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð, KÍ
Karstin Hansen, Betuel Hansen, Jann J. Benjaminsen, Petur Knudsen, NSÍ
Benjamin Heinesen, Erlendur Magnussen, Meinhard E. Olsen ogBjarni Petersen, B36
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DK)
Jákup L. Thomsen, FC Midtjylland (DK)

Í alt verða 20 spælarar úttiknir til dystirnar ímóti Danmark og Finnlandi, men hvør tann 20. verður, verður avgerð tikin til mánadagin, eftir at 19. umfar í EFFO-deildini er spælt.

Vit gleða okkum um at Bartal og Daniel hava fingið landsliðboð, Eisni er dámligt at síggja, at Teit Jacoabsen og Jákup L. Thomsen eru við, og ynskja vit øllum bestu eydnu við komandi uppgávunum.


Mynd og heimildari: fsf.fo