KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Bartal farin um 100

1. lið30-09-2017 - Jónfinn Petursson

Verjukempan ið byrjaði sum miðvallari hevur, hóast sín unga aldur longu, snarað um ein marknaðstein.


Bartal Wardum kom, fystur ferð, á besta liðið í 2013 tá hann fekk seinastu minuttirnar í 3-0 sigrinum á TB í Gundadali.

At noterað sær, at ein leikari hevur leikt 100 dystir, er fyri so vítt ikki nakað at rópa um geilar við, men grundirnar til hesar fáa reglurnar eru tvinnar.

Fyrst og fremst tí Bartal Wardum bara er 20 ára gamal og longu á so ungum aldri hevur sligið fast við fimm tumma seymi, at hansara navn skal verða millum tey allar fystu, venjarin setur á listan.

Onnur grundin er, at vit á heimasíðuni hava nakrar favorittar, og Bartal er avgjørt ein av teimum.

Fyri so vítt er ein triða orsøk eisini. Vit kunnu staðfesta, at tá hugt verður eftir leikaralistanum hjá okkum ár, er ein rúgva av ungum og evnaríkum leikarum á veg upp.

Vit gleða okkum at síggja Bartal og allar hinar í komandi tíð, og frøðast um frálíka ungdómin vit hava í felagnum.


Framtíðin er reyð/svørt og koyr á HB!!!!


Myndir: Rakul Hansen og Hannis P. Wardum