KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







B71 trumlað niður í Gundadali

1. lið24-04-2016 - Jónfinn Petursson

Løgmanssteypið, 1. umfar: HB –B71 9-1

Munurin millum toppin í Effodeildin og botnin í 1. deild var eyðsýndur, tá vit í fyrsta umfari í kappingini um ársins Løgmanssteyp smurdu besta liðið av Sandoynni av við átta málum.


Eftir fimm minuttir og tvey horna høvdu okkara áleyparar, fyrst Ari og síðan Øssur, lagt okkum framum við 2-0.

Ari skoraði aftur longu tá ellivu minuttir vóru leiktir, og beint áðrenn hálva tíman økti Øssur til 4-0. Hetta málið kom eisini eftir horna.

Beint áðrenn komu gestirnir í góða støðu, men Niklas Thomsen, sum í dag hevði fingið møguleikan í okkara máli, vísti at hann eisini dugir, diskaði upp við eini risabjarging. Niklas kom annars væl frá dagsins dysti og kom fleiri ferðir væl út í hornabóltar og pilkaði teir væl niður.

Tveir minuttir eftir hálva tíman skroraði Adrian eitt super gott mál, tá hann sendi eitt gott skot í handara horni.

Beint fyri hálvleik skoraði Fróði. Hetta frálíka málið kom eftir at Niklas bjargaði góðum skotið frá Patrik Toh. Vit settu spælið skjótt í gongd og sera hegnisliga verður bólturin lyftur innum verjuna har Fróði var klárur og lyfti bóltin uppum Gerard Lognberg í B71-inum í netið til hálvleiksstøðuna 6-0

Heimasíðan hevði ikki gjørt av sær fyrr enn Øssur, tríggjar minuttir inni í seinna hálvleiki, økti til 7-0.

So hendi ikki meira fyrr enn fimm minuttir eftir tímaslagið. Endin av góðum B71 álopi er at teir fáa brotsspark. Ibrahima Camara var tryggur og setti bóltin í netið.

Símin og Ari endaðu málveitsluna eitt korter fyri leiklok, og tí vunnu vit ein knúsandi 9-1 sigur á botnliðinum í næstbestu deildini. Allarhelst átti Pál at fingið brotsstpark, tá hann sjey minuttir fyri leiklok bleiv feldur eftir eitt gott raid í okkara vinstru síðu. Men einki hendi og gestirnir fingu málspark.

Jan og Albert høvdu gjørt fleiri broytingar til dagsins dyst umframt at nakrir av teimum ið ikki hava leikt so nógvar minuttir, Heri og Símin, sluppu at leika allan seinna hálvleik. Harumframt slapp Tóri Rasmussen at spæla á fyrsta sinni fyri besta liðið, tá hann kom inn fyri Øssur Dalbúð.

Vit eru víðari í kappingini og bíða nú spent til mánakvøldið, tá lutakastið helst verður at síggja í 3-2. Komandi hóskvøld verður aftur dystur í Gundadali, tá grannauppgerðin stóra millum okkum og B36 verður á skránni.


Koyr á, HB!!!!


HAGTØLINI

Løgmanssteypið, 1. umfar sunnudagin 24. apíl 2015 kl. 15.00 í Gundadali

HB – B71 9-1 (6-0)
1-0 Ari Mohr Olsen 2’
2-0 Øssur Dalbúð 5’
3-0 Ari Mohr Olsen 11’
4-0 Øssur Dalbúð 24’
5-0 Adrian Justinussen 32’
6-0 Fróði Benjaminsen 43’
7-0 Øssur Dalbúð 48’
7-1 Ibrahima Camara (br.) 65’
8-1 Símin Hansen 74’
9-1 Ari Mohr Olsen 75’

Liðið: Niklas Thomsen – Jákup F. Hansen, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.) (Heri H. Mohr 46), Bartal Wardum, Pál Mohr Joensen, Tróndur Jensen (Símin Hansen 46), Fróði Benjaminsen, Christian R. Mouritsen, Adrian Justinussen, Ari Mohr Olsen og Øssur Dalbúð (Tóri Rasmussen 67)

Óbrúktur eykaleikari: Teitur M. Gestsson og Daniel Johansen

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Ari Mohr Olsen (red.)

Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Andreas Petur Hansen og Thorvald J. Petersen
4. dómari: Rani A. Skaalum

Myndir: Rakul Hansen