KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







B71, Skála og HB vunnu Várkappingina

Dreingir20-06-2014 - Jónfinn Petursson

FSF skrivar á heimasíðu sínari, at farna vikuskiftið var árliga Várkappingin fyri U12 dreingir. Kappingarnar vóru á Tórsvølli, har 12 lið luttóku, og á Svangaskarði, har 15 lið, býtt í tveir bólkar, luttóku.


Fyrstu dystirnir vórðu spældir kl. 10:30, og tá klokkan nærkaðist trý, vóru finalan og dystirnir um 3. plássið á skránni.


Endaliga støðan gjørdist, at á Tórsvølli vann HBc kappingina, NSÍ bleiv nummar tvey, og HB a varð nummar trý.

Á Svangaskarði gjørdist B71 vinnari av bólki 1, og Skála vann bólk 2.

Til kappingina á Tórsvølli luttók HB við fimm liðum, Víkingur við tveimum liðum, meðan B36, B68, TB, Skála og NSÍ høvdu hvør sítt lið við í kappingini.

Á Svangaskarði vóru átta lið í bólki 1 og sjey í bólki 2.

Í bólki 1 hevði EB/Streymur trý lið, HB tvey, meðan ÍF, B36 og B71 høvdu hvør sítt. Í bólki 2 luttók HB við trimum, B36 hevði tvey lið við í kappingini, meðan NSÍ og Skála høvdu hvør sítt.

Vit hava verið inná fsf.fo og nápað hesa søguna umframt at myndirnar eisini eru frá fsf.fo