KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

B68 tekur ímóti í steypakappingini

Kvinnur04-04-2017 - Jónfinn Petursson

Lutakastið til hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum, varð eisini avgreitt í KVF mánakvøldið. B68 tekur ímóti í fyrsta umfari.


Lutakastið háttaði seg eisini soleiðis, at oddafiskarnir, KÍ og EB/Str./Skála, skuldu sita yvir til hálvfinalurnar.

Lagnunar speiðsemi passaði tað tó soleiðis, at júst hesi liðini hittast í hálvfinaluni, meðan vinnarin av B68 og HB, í hinari hálvfinalurni skulu møta vinnaranum av dystinum B36 og ÍF/Víkingur.

Ilt er sjálvandi, í skrivandi stund, at siga hvussu hetta fer at munnað út, men gott var tó at sleppa undan hesum báðum, KÍ og EB/Str./Skála, fyrr enn til eina møguliga finalu. Helst eru øll hini liðini eisini samd um tað.

Okkara kvinnur hava, eyðvita sæð út frá úrslitunum higartil, fatur í rætta endanum, og helst hava vit minst líka góðar møguleikar sum øll hini. Men, fyrst skulu so toftakvinnur fáast uppá pláss.

1. umfarið sær annars soleiðis út:
0705 B68 - HB
0705 B36 - ÍF/Víkingur

Hálvfinalurnar eru hesar:
2805 EB/Str./Skála - KÍ
2805 Vinnari dystur II - Vinnari dystur I

Seinnu hálvfinalurnar verða leiktar 25. juni.