KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Fróði Benjaminsen, Finnbogi Arge, Heðin Askham, Pól Jákup Poulsen og Andrew av Fløtum. Mynd: Heðin Weihe.

Auto Service høvuðsstuðul hjá HB

Felagið07-03-2014 - Jónfinn Petursson

Auto Service er høvðusstuðul hjá Havnar Bóltfelag. Seinnapartin varð avtala millum risarnar báðar undirskrivað av Finnboga Arge formanni í HB og Pól Jákup Poulsen stjóra hjá Auto Service.


Finnbogi Arge og Pól Jákup Poulsen fegnast um avtaluna: "Eins og hjá HB er dygd, kontinuitetur og langtíðar planlegging  nøkur lyklaorð hjá Auto Service, og feløgini bæði síggja sum so eins uppá fleiri daglig viðurskifti."

Pól Jákup Poulsen sigur, at Auto Service hevur stuðlað fleiri ítróttargreinum seinastu árini, og nú var tíðin so komin til fótbóltin.

Finnbogi leggur afturat, at við avtaluni við Auto Service ið er eitt sera væl rikið felag við einum kvalitetsprofili ið hóskar seg sera væl til HB, kunnu vit nú hyggja frameftir og við spenningi taka móti avbjóðingunum sum tær koma.

Samstundis sum vit her á síðuni fara at markera, at Auto Service er okkara høvðusstuðul, kemur tað eisini at síggjast hjá Auto Service, at teir stuðla mest vinnandi felagnum í føroyskum fótbólti.

Avtalan fevnir um tvey ár, og í hesum tíðarskeiði verður serliga við heimadystir  markerað, at feløgini samarbeiða.

Vit her á síðuni fegnast eisini almikið um avtaluna. Tilber at lesa meira um Auto Service við at trýsta her.


Myndirnar hevur Heðin Weihe tikið.