KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Ári, Teitur og Johan á landsliðið

02-06-2017 - Jónfinn Petursson

Lars Olsen hevur kunngjørt hópin til dystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin í komandi viku. Ári Mohr Jónsson hevur fingið landsliðsboð aftur eftir gott avrik fyri okkum higartil í ár.


Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin týdagin setti Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, nøvn á teir 23 spælararnar, sum eru úttiknir til HM-undankappingardystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 9. juni klokkan 19.45

Tveir mans eru úttiknir hesaferð, sum ongantíð áður hava verið partur av A-landsliðnum. Talan er um Eli Falkvard Nielsen og Patrik Johannesen.

Aðrir í hópinum, sum ikki vóru við seinast, men sum eru úttiknir til dystin ímóti Sveis, eru Ári Mohr Jónsson, Karl Løkin, Fróði Benjaminsen og Finnur Justinussen.

Hópurin ímóti Sveis sær soleiðis út:

Málverjar
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ÍS)
Teitur M. Gestsson, HB
Símun Rógvi Hansen, NSÍ

Verjuspælarar
Jónas Tór Næs, ÍBV (ÍS)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DK)
Atli Gregersen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, HB
Hørður Askham, KÍ
Odmar Færø, B36
Ári Mohr Jónsson, HB

Miðvallarar
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ÍS)
Hallur Hansson, AC Horsens (DK)
Gilli R. Sørensen, Brann Bergen (NOR)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DK)
Fróði Benjaminsen, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Eli Falkvard Nielsen, B36
Karl Løkin, NSÍ

Framherjar
Finnur Justinussen, Fremad Amager (DK)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Páll A. Klettskarð, KÍ
Patrik Johannesen, B36

Mynd og heimildari: fsf.fo