KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







Arbeiðssigur

1. lið16-05-2014 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 9. umfar: HB – Skála 2-0 (1-0)

Hóast vit samamuntikið vunnu ein góðan sigur, vóru fleiri støður, sum skálamenn helst eiga at iðra seg um. Vit vóru neyvari tá á stóð og skoraðu tey neyðugu málini. Seinasta korterið koyrdu vit sigurin heim.


Veðrið var ikki við okkum í dag, men allíkavæl var heilt fitt av fólki møtt til dyst.
Helst lívdi tað betur í stóra skýlinum, tí tað er  langt síðan, so nógv fólk vóru at síggja har.

Hjá gestunum var umráðandi at yvirliva fyrstu løtuna, so tá vit komu fram ímóti, var um at gera at beina bóltin burtur.

Jákup Johansen var ein av bestu monnunum hjá Skála í dag, og hann fekk fyrsta stóra møguleikan í dystinum. Tíverri fyri hann fór góða skotið yvir okkara mál, men líka mikið, vit fingu ein hvøkk.

Hetta var longu tá sjey minuttir vóru leiktir. Bara fýra minuttir seinni var aftur um reppi tá sami Jákup aftur royndi seg, men við sama úrsliti.

Fram móti hálva tímanum leikaði javnt á uttan at nakar rættiliga breyt í gjøgnum. Tó, tá 27 minuttir vóru leiktir, skoraðu vit.

Dagsins maður, Pál Mohr Joensen, breyt ígjøgnum heldur lættliga í vinstru síðu og rak nakað inn í brotsteigin. Hann gjørdi ikki mætari enn at senda eitt gott skot í málið dygst við handaru stong. Eitt flott einmansavriki av evnaríka vinstrabakki okkara.

Beint aftaná mundi Christian snýtt allar tá hann sendi eitt vandamikið horna innfyri. Tíverri brast bólturin í tvørliggjarin.

Heilt móti endanum av fyrra hálvleiki broderaðu vit okkum ígjøgnum tjúkku Skála-verjuna. Andrew sendur Kristin avstað, men góði málmaðurin hjá Skála, Mark Ryutin, kom væl út og bjargaði.

Skála legði nógv fyri í seinna hálvleiki. Fyrst skallaði Brian Jacobsen við síðuna av eftir horna, og í sama minutti var Jákup Johansen aftur vandamikil, men verjan kom fyri og beindi bóltin út til horna.

Nú var lív í, og tá lítil tími var leiktur, endar helst besta álopið í dystinum við at Christian sendur bóltin yvir Skála-málið.

Skála herjaði á aftur, og enn einaferð skallaði Brian Jacobsen við síðuna av eftir horna. Eisini Pætur Dam Jacobsen kom í góða støðu eftir horna, men hansara skallari fór yvir málið.

Helst allar stórsta møguleikan fingu skálamenn beint áðrenn tá Teitur Reinert Joensen, sum eisini spældi ein super dyst, hevði sníkt seg fram í okkara brotsteig. Tíbetur hava vit ein klassamálmann í Teiti, og enn einaferð diskaði hann upp við einum av sínum meistarabjargingum tá á stóð.

Alt hetta trýstið kostaði sjálvandi nógvar kreftir og gav pláss til okkum at kontra, men í dag lógu bóltarnir bara ikki sum teir skuldu.

At Fróði so stakk seg upp millum vinir og fíggindar, tá eitt korter var eftur og sendi bóltin í netið eftir eitt gott horna frá Christian, fór luftin úr ballónini og so var eingin vegur aftur hjá uppflytarunum. Restina av dystinum høvdu vit stýr á gestunum, og sum so blivu ikki fleiri málmøguleikar skaptir.

Vit hava vunnið ein pliktsigur, og hóast vit spældu nógv betur á Toftum seinast, er hetta avrikið ikki minni týðandi enn tað.

Helst kann Eliesar Olsen, venjari hjá Skála, ikki brúka tað til nakað, men Skála er eitt fríkst lot í Effodeildini, og vit taka hattin av fyri mátanum teir hánteraðu dagsins uppgávu.

Vit fegnast um trý stig afturat, og ynskja øllum hjartaliga til lukku við góða sigrinum og fyribils fyrsta plássinum í Effodeildini.


Koyr á, HB!


HAGTØLINI

Effodeildin, 9. umfar Dýra Biðidag 16. mai 2014 kl. 15:00 í Gundadali

HB – Skála 2-0 (1-0)
1-0 Pál Mohr Joensen 27’
2-0 Fróði Benjaminsen 75’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Pál Mohr Joensen, Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, Jógvan Rói Davidsen (Levi Hanssen 74), René Shaki Joensen, Fróði Benjaminsen (liðsk.) (Tróndur Jensen 78), Heini Vatnsdal - Kristin R. Mouritsen (Símun Samuelsen 64), Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum

Óbrúktir eykaleikarar: Thomas Knudsen og Poul Ingasson

Á beinkinum: Heðin Askham, Jón Simonsen, Kaj Niclasen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Pál Mohr Joensen

Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Kristian S. Petersen og Jónleif Fredriksen
4. dómari: Eiler Rasmussen


Myndir: Rakul Hansen