KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Arbeiðssigur til U18

Dreingir13-05-2013 - Turið Láadal Sejersdóttir / Jónfinn Petusson

U18 dreingir: HB - B36 3-1 (1-0)

Raskir U18 dreingir vunnu ein væl uppibornan sigur í móti B36 í vikuni. Við sigrinum halda vit fast í góðu gongdini higartil.

Okkara unga U18 lið hevur samanumtikið klárað ser sera væl í ár, og við sigrinum á grannunum mánakvøldið  hava okkara ungu menn víst Effoleikarunum, hvussu tað skal gerast.
-+*
Sofus Andreasen byrjaði málskjótingina longu í 7. minutti. Fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki. Fýra minuttir fyri tímaslagið økti Jón Áki Jacobsen.

Tá tjúgu minuttir vóru eftir alt leika, minkaði Johan Vang fyri gestirnar til støðuna 2-1 til okkum, men bara tríggjar minuttir seinni skoraði Hilmar Leon Jakobsen okkara triðja mál og staðfesti harvið endaligu støðuna.

Tað var sera hugaligt at síggja okkara evnaríku og røsku leikarar kempa seg til ein góðan sigur á grannunum fyri sunnan. Vit bukka, takka fyri og ynskja øllum, hjartaliga til lukku við frálíka avrikinum.

Hagtølini:
U18 Dreingir 4. umfar, mánakvøldið 13. mai kl. 19.00 í Gundadali

HB - B36 3-1 (1-0)

1-0 Sofus Andreasen 7
2-0 Jón Áki Jacobsen 56
2-1 Johan Vang 70
3-1 Hilmar Leon Jakobsen 73

Liðið:  Kári Jacobsen - Pætur Ejdesgaard, Tóri Rasmussen (liðsk.), Teit Jacobsen, Sofus Andreasen, Jákkup L. Thomsen, Símun N. Samuelsen, Hilmar Leon Jakobsen, Heri H. Mohr, Jónas Haraldsen og Jón Áki Jacobsen

Eyka: Benjamin M. Midjord, Ragnar Rasmussen, Heini Z. Viðoy, Niklas Fríði Jacobsen og Elias Evensson



Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir