KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Annað beinið í steypafinaluni

Kvinnur28-05-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur steypakapping, 1/2. Finala: B36 – HB 1-4

Kvinnurnar hava givið sær sjálvum tað besta útgangsstøði í hugsast kann undan seinnu hálvfinaluni í ársins steypakapping. Milja og Elin Mari hava skrivað dagsins dystarfrásøgn.


Dagurin byrjaði við, at vit allar møttu til morgunmat í HB-húsinum kl.09.15. Fleiri hildu tað vera heldur tíðliga, at møta so langt áðrenn dystarbyrjan, men sum fráleið vórðu vit meira og meira spentar og so bilti einki.

Vit gingu síðani ein lítlan túr yvir í plantasjuna og heim aftur í HB-húsið. So fóru vit at skifta og stemningurin var góður og tónleikur varð spældur.

Síðani byrjaði upphitingin og vit vóru sera tendraðar og klárar uppá at fara inn til dystin og geva alt hvat vit áttu. Tí hesin dysturin skuldi vinnast.

Dysturin bleiv bríkslaður ígongd og eftir 12 minuttir fekk Rebekka ein bólt sendandi og kom eitt sindur út í síðuna á 16 metrinum, men setti bóltin trygt í málið. So var støðan 1-0 til okkum.

Bert tveir minuttir seinni fingu B36 mál. Tað var horna, og bólturin bleiv sendur høgt innfyri og Ásla Johannesen fekk høvdið á bóltin. Sindur irriteraðar um at hinar fáa eitt mál, kempa vit víðari og arbeiða sera hart, allar sum eitt lið.

Vit eru tað betra liðið og í 37 minutti, fær Rebekka aftur ein bólt sendandi og akkurát sum fyrra málið sparkar hon bóltin beint framvið málverjanum, og 2-1 til HB.

Beint áðrenn hálvleik vilja vit líka hava eitt mál afturat, og í 45 minutti fær Lea ein bólt sendandi frá miðjuni og út í síðuna, og hon ger júst sum Rebekka og skjítur bóltin framvið málverjanum og síðani kunnu vit fara til hálvleiks við einari góðari kenslu.

Seinni hálvleikur varð bríkslaður ígongd, og tað var aldrin nakra ivi um hvat betra liðið var. Vit høvdu eitt sindur av trupulleikum við at fáa bóltin í málið aftur. Vit fingu fleiri horna og fleiri fríspørk, men bólturin vildi bara ikki inn.

Men í 75. minutti, fær Rebekka bóltin uppi á miðjuni og eitt sindur heppið, lendir bólturin á fótunum hjá Milju, sum síðani sleppur at dribbla heilt fram til málið og skorar.

Dysturin endar 4-1, og nú hava vit fýra mál á útivølli ímóti B36 í hálvfinaluni í steypakappingini. Vit gleða okkum til næsta dyst!


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, ½ finala: sunnudagin 28. mai 2017 kl. 12.15 í Gundadali

B36 – HB 1-4 (1-3)
0-1 Rebekka Benbakoura 12’
1-1 Ásla Johannensen 14’
1-2 Rebekka Benbakoura 37’
1-3 Lea Hansen 45’
1-4 Milja R. Simonsen 75’

Liðið: Simona Heinesen – Nadja Johannesen, Janita Ole-Jacobsen, Milja R. Simonsen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Elin Maria Isaksen, Rebekka Benbakoura og Sólrun Thomsen

Óbrúktir eykaleikarar: Rannvá Mortensen, Julia Helena Henriksen og Poula Andreasen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson

Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Óli G. Samuelsen