KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Alt við tað gamla í Fløtugerði

1. lið01-05-2016 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 9. umfar: ÍF – HB 4-2

Leikvøllurin í Fløtugerði er avgjørt um at gerast okkara eyma hælsina. Stuttur og smalur, og harafturat fullur av ágrýtnum ÍF-arum sum duga væl at seta seg upp til tann stóra dystin á árinum. Tá HB kemur á vitjan.

Vit eru ikki nøgd við úrslitið í dag. Fyri aðru ferð í líka nógvum dystum, hava vit verið á sigurskós men klára at tveita alt frá okkum og enda við at tapa uttan møguleika at koma aftur í aftur.

Christian legði okkum annars framum við brotssparki beint fyri hálva tíman eftir at dagins maður, Jógvan Rói Davidsen, varð feldur í brotsteiginum. Hóast vit vóru frammanfyri var eyðsýnt at okkara leikarar vóru nakað fjáltursstungnir og ivasamir.

Vit høvdu okkara møguleikar tó, og var heppnið við okkum fingu vit eitt mál afturat. Endin var tó at ÍF, í sinum næsta rættuliga álopi janvaði. Beint fyri hálvleik var ein bóltur spældur inn til Lawal sum vendur sær frá verjuni og sendir bóltin í málið.

Vertirnir løgdu nógv fyri frá byrjan av seinna hálvleiki. Nú vóru vit niðri á knøunum so umráðandi var at smíða meðan jarnið var heitt.

Vit kláraðu tó at standa ímóti og sjey minuttir eftir tímaslagið legði Jákup F. Hansen, ið var ein av okkara betru monnum, okkum framum eftir horna.

Nú trúðu vit, at okkara menn fóru at koyra tað heim. Men tíverri hendi tað mótsatta. Akkurát sum móti B36 minstu vit alt á gólvið og eftir bara nakrar fáar minuttir var ÍF á odda.

Aftur var Lawal sendur avstað. Vit megnaðu ikki at verja fyri og leysur móti Teiti var einki at gera. 3-2 málið var tó ein klárur dómara-brølari. Hóast okkara verjuleikari heilt greitt verður skumpaður í ryggin og tí ikki fær bóltin burtur, sleppur Bogi R. Petersen og skora.

Seinasta málið hjá vertunum var tó væl avgreitt. Úti í okkara høgru síðu og umringaður av trimum verjuleikarum, megnar Lawal at senda bóltin flott í handaru síðu av málinum uttan møguleika hjá Teiti.

Gott avrik av ágrýtna áleyparanum, men ikki so patent av okkara verjuleikarum.

Samanumtikið mugu vit bara staðfesta tað sum vit jú longu vistu, at langt er millum top- og bontstøðið. Tað mugu vit so bara taka við og saðla hestin av nýggjum

Men, gongdin skal nokk venda og lagið finnast aftur, og hóast alt mugu vit fegnast um, at okkara unga og óroynda lið liggur betri fyri enn væntað áðrenn kappingin byrjaði.

Sunnudagin komandi er aftur ein sera torfør uppgáva fyri framman. Tá skulu vit til Gøtir har oddaliðið Víkingur tekur ímóti í steypakappingi.

Tað verður so ein nýggj uppgáva sum vit longu nú byrja at gleða okkum til.


KOYR Á, HB !!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 9. umfar sunnudagin 1. mai 2015 kl. 15.00 í Fløtugerði

ÍF – HB 4-2 (1-1)
0-1 Christian R. Mourtisen (br.) 27’
1-1 Adeshina Lawal 45’
1-2 Jákup F. Hansen 67’
2-2 Adeshina Lawal 70’
3-2 Bogi R. Petersen 77’
4-2 Adeshina Lawal 81’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson Jákup F. Hansen, Bartal Wardum , Jógvan Rói Davidsen, Pál Mohr Joensen (Ari Mohr Olsen 43 (Adrian Justinussen 86)), Trónur Jensen, Christian R. Mouritsen (liðsk), Rókur av Fløtum Jespersen (Poul Ingason 77), Teit Jacobsen og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikari: Niklas Thomsen og Magnus Egilsson

Gult kort: Poul Ingason

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen

Dagsins maður: Jógvan Rói Davidsen

Dómari: Kári J. á Høvdanum
Hjálpardómarar: Andreas Petur Hansen og Jan Hermansen
4. dómari: Janus Fossdalsá