KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Aldursforsetin tekur ímóti við Stórá

1. lið02-08-2013 - Jónfinn Petursson

Undan 18. umfari í Effodeildini: TB – HB

Enn ein gamal slagari er á skránni sunnudagin tá TB og HB hittast við Stórá. Hóast talan er um topp ímóti botni er einki at ivast í, at hetta er dagur í viku á Tvøroyri og tó at gestirnir ikki longur kunnu gøða okkum við kalva og rabarbugreyti, verður einki spart í royndini at vinna øll trý stigini.


Vertirnir tóku okkum rættiliga av bóli tá vit í 9. umfari hittust í Gundadali og sjálvt um vit vunnu ein greiðan 3-0 sigur, vóru vit heilt víst bilsnir av ágrýtna og ágangandi álopsspælinum sum TB borðreiddi við.

Tann dagin rakk tað ikki til nakað sum helst hjá TB, og eyðvita hevur hetta verið trupuleikin gjøgnum tað mesta av kappingarárinum.

Nýggjur maður situr við evstu ábyrgd á beinkinum nú Bill Mc Leod Jacobsen hevur tikið staffettin eftir Hans Fróða Hansen. Ímóti Víkingi í síðsta umfari hjálpti henda loysnin ikki, men nú eru teir aftur við Stórá.

Eftir góðar sigrar í torføru dystunum móti KÍ og NSÍ, skulu vit nú suðurum fjørð. Einstu ferð vit higartil hava leikt við Stórá, blivu vit varpaðir avstað aftur við keðiligum tapi, og hóast vit reistu okkum móti endanum av dystinum, var einki at koma eftir.

Gongdin hjá okkum í ár hevur hinvegin verið javnari og greiðari, og liðið sær gott út á øllum plássum. Harumframt roynist eindin sera væl. Tí hava mótstøðuliðini stórar trupuleikar at ”knekka” okkum.

Avgerandi er tó við Stórá, eins og hvørjaferð vit fara á vøllin, at halda fast, standa saman og minnast til hvat vit duga. Um vit vísa saman neyvleikan í verju eins og í álopspartinum, eigur túrurin norð um fjørð at gerast stuttligari enn síðst.

Vit gleða okkum til hesa uppgávuna og helst fara fleiri at nýta høvið at fara sær eina útferð sunnudagin at stuðla okkara monnum.


Koyr á, HB!!!


Allir dystirnir í 18. umfari eru hesir:

0408 NSÍ – ÍF
0408 TB – HB
0408 B36 – EB/Streymur
0408 KÍ – Víkingur
0508 AB – 07 Vestur