KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - 07 Vestur
29. apríl kl. 18.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Akkurát ov stuttir

U18 Dreingir26-08-2016 - Jónfinn Petursson

U18 dreingir, steypafinalan: NSÍ – HB 2-1

Eftir ein trilvandi fyrra hálvleik har vertirnir helst áttu at verið á odda, vendu vit gondini í seinna hálvleiki. NSÍ var tó heppnari frammanfyri málið og setti trumf á stutt fyri leiklok.

Fyrst fara vit at ynskja U18 dreingjum hjá NSÍ hjartaliga til lukku við steypasigrinum í kvøld. 

Vit vóru heppnir at sleppa til hálvleiks við 0-0 javnleiki. Serliga Petur Knudsen var góður og gav okkara verju stórt høvuðbrígg, tó uttan at negla seymin heilt niður.

Mattias Lamhauge stóð sum ein brandur og bjargaði tríggjar ferðir við super góðum bjarginum og helt okkum inni í dystinum. Aron Knudsen og Jann Benjaminsen vóru eisini næskir, men til fánýstis.

Vit vóru næstan fyri ongum í fyrra hálvleiki, men komu væl betur við í seinna, og áttu fyri so vítt at sett trumf á fleiri ferðir.

Serliga Teit Jacobsen var góður, men eisini Daniel Johansen kom betur við í spælið tá hann varð fluttur longur fram í vinstru síðu. Innleggini frá honum vóru mong og innbjóðandi. Men sum heild riggaði nógv betur hjá okkum eftir steðgin.

NSÍ kom tó framum fyrst. Eftir horna endar trunkaspæl við at Jóhann Gaardbo fær síðsta fótin á bóltin og beinur hann í málið til 1-0.

Okkara skulu tó hava rós fyri, at teir ikki fullu í fátt men herjaðu á aftur. Lønina fingu vit tá Teit sendi eitt gott langskot í handara horn til javnleik. Áðrenn tað hevði Ari eisini verið nærgangandi nakrar ferðir.

Tað sum tó ikki mátti henda, hendi, bara fáar minuttir seinni. Jann Benjaminsen slapp at reka langa leið úr vinstru siðu og sendi, umvegis Mattias, bóltin í málið til endaliga úrslitið 2-1.

Vit løgdu nógv fyri seinastu løtuna, men hóast vit komu í fleiri vandamiklar støður var heppnið ikki við okkum og tí mugu vit staðfesta, at í ár skuldi tað ikki verða.

Samanumtikið var talan um ein góðan og hendingaríkan dyst sum tíverri fekk tað skeiva útfallið. Hóast tað helst er einki sigandi fyri okkara ungu menn beint nú, halda vit at okkara eiga rós fyri at teir reistu seg væl og vístu at enn eru knotur í HB-kongum.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

U18 dreingir, steypafinalan: fríggjadagin 26. august 2016 kl. 19.00 á Tórsvølli:

NSÍ – HB 2-1 (0-0)
1-0 Jóhann Gaardbo 75’
1-1 Teit Jacobsen 83’
2-1 Jann Benjaminsen 85’

Liðið: Mattias Lamhauge – Daniel Johansen, Pætur Ejdesgaard, Hjalti Djurhuus (liðsk.), Teit Jacobsen, Adrian Justinussen, Ari Mohr Olsen, Jonathan Hayfield, Martin Hjaltalin Dam, Hans Jákup Annfinsson og Bartal Wardum

Eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Jóhan Heinason Joensen, Bjarni Brimnes, Tóki Ramussen, Hans Sejer Tummasarson, Teitur Holm og Torstein Østergaard. (Frí útskifting er hjá U18 dreingjum).

Gult kort: Jónathan Hayfield, Jóhan Joensen, Hjalti K. Djurhuus

Dagsins maður: Mattias Lamhauge (red.)

Á beinkinum: Jan Mølvad Laursen, Allan Dybczak, Milan Cimburovic, Jákup Pauli Breckmann og Heri H. Mohr

Dómari: Súni F. Barbá
Hjálpardómarar: Jan Hermansen og Rani A. Skaalum
4. dómari: Janus Fossdalsá