KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Heðin Weihe

Áki Johansen skal venja okkara U18 dreingir

Felagið20-12-2013 - Jónfinn Petursson

Havnar Bóltfelag og Áki Johansen hava gjørt sáttmála fyri komandi ár. Við hesum skal Áki taka sær av framhaldandi menningini av ungu leikarunum í tráð við nýggja leistin, sum felagið hevur stungið út í kortið.


Áki Johansen hevur virkað sum venjari í mong ár og var eisini venjari í felagnum frá 2004 til 2009. Í hesum tíðarskeiðinum røkti hann nógvar uppgávur. Áki hevur vant alt frá piltum til 1. deild, og blíða og fyrikomandi lyndið hjá Áka ger, at hann er vælkomin og væl móttikin allastaðni, har hann kemur.

Síðani 2008 hevur Áki verið venjari hjá U17 dreingjalandsliðnum, og hann heldur eisini fram í hesum starvinum komandi ár.

At Áki er HBari av hjarta og hevur traðkað barna og ungdómskógvarnar í gamla HB-húsinum kann bara vera ein fyrimunur í hesum spennandi og týdningarmikla arbeiði. 

Annars letur Áki okkum frætta, at ætlanin er at U18 skal hava sína fyrstu venjing mánadagin 6. januar.

Vit ynskja Áka hjartaliga til lukku við sáttmálanum og gleða okkum at síggja okkara ungu við Áka sum venjara.


Myndir: Heðin Weihe