KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Aftur sigur á Svangaskarði

Kvinnur04-06-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, 9. umfar: B68 – HB 0-2

So var dagligdagur aftur hjá vinnunum eftir steypadyst seinast. Hesuferð gekk leiðin inná Toftir, og aftur hesuferð fingu vit alt við okkum aftur. Hesuferð hava Janita og Lea sett nøkur orð saman um dystin.

Dagurin byrjaði við, at vit allar møttust í HB-húsinum kl 12, har Nadja og Jónvá høvdu fyrireikað ein góðan døgurða til okkum. Lagið var gott og allar vóru uppsettar uppá at fáa 3 stig heim.

Hereftir var farið eftir oyggjarvegnum og leiðin gekk inn á Toftir, har leikast skuldi á Svangaskarið ímóti B68.

Komin inn á Toftir var veðrið av tí allar fagrasta og inni í skiftirúminum var hýrurin góður og úr hátalaranum var góður tónleikur spældur. Áðrenn farið var út á vøllin var taktikkfundur, har tað síðsta skuldi fáast uppá pláss og síðani byrjaði upphitingin.

Vit vóru sera klárar uppá at gera tað besta vit kundu til dystin. Dysturin var bríkslaður ígongd, og hann var ógvuliga javnur i fyrra hálvleiki, har vit høvdu bóltin nogv meira enn B68. Men vit komu ikki fram til nakran serliga stóran kjans, tí vit liggja ov langt afturi á vøllinum og verja, og liggja for langt vekk frá teirra leikarum.

Í hálvleikinum gera vit nakrar broytingar so at vit koma longur fram á vøllin at pressa tær, og tad hjálpur beinanvegin, tí tær vera meira ósikrar á bóltinum. Vit koma tískil eisini til nógv fleiri møguleikar.

Elin Maria kemur til ein beint frammanfyri málið, men rakar ikki bóltin orduliga. Tá vit koma um tímaslagið fáa vit so hol á við at Milja skjýtur uttanfyri feltið og bólturin ferð inn i málið.

Stutt eftir, sendir Nadja bóltin upp um verjuna hjå B68, og Rebekka fær bóltin. Hon temur bóltin og setur hann trygt i målið! 2-0 til okkum, sum eisini varð endaliga úrslitið.

Seinni hálvleikur var nógv betri spældur(skidiballan frá Allan hevði gjørt tað hon skuldi) og vit foru allar glaðar til Havnar aftur.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 9. umfar: leygardagin 3. juni 2017 kl. 15.00 á Svangaskarði

B68 – HB 0-2 (0-0)
0-1 Milja R. Simonsen 61’
0-2 Rebekka Benbakoura 67’

Liðið: Simona Heinesen – Rannvá Mortensen (Elin Maria Isaksen 46), Nadja Johannesen (Marjun undir Kletti 77), Milja R. Simonsen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Liljan av Fløtum Petersen, Rebekka Benbakoura og Sólrun Thomsen


Óbrúktur eykaleikari: Janita Ole-Jacobsen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson


Dómari: Stephan Petursson
Hjálpardómarar: Alex Troleis og Jan Andreasen