KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Aftur ov stuttar

Kvinnur19-04-2016 - Jónfinn Petursson

Kvinnur 4. umfar: HB – EBS/Skála 0-1

Sunnudagin var toppbrak í Gundadali tá oddaliðið í bestu kvinnudeildini, EBS/Skála, vitjaði Havnar Bóltfelag í bestu kvinnudeildini.

Heimasíðan var ikki til staðar, og fólk vóru einki serliga prátingarsom um henda dystin.

Tíverri kunnu vit so bara staðfesta, at eins og móti KÍ vóru okkara kvinnur akkurát ov stuttar og mistu alt - ella í hvussu so er tað eina stigið - á stokkinum.

Einsamalla málið fyri samansetta liði úr Sundalagnum og av Skála skoraði Durita Hummeland stutt fyri at dagsins dómari, sum forrestin eisini var úr EB/Streymi, bríkslaði dystin av.

Næsti dystur hjá okkara kvinnum er sunnudagin 24. apríl, tá B68 tekur ímóti á Toftum.


KOYR Á, HB!!!


HAGTØLINI

Kvinnur 1. deild, 4. umfar: sunnudagin 17. apríl 2016 kl. 12.30 í Gundadali

HB – EB/Streymur/Skála 0-1 (0-0)
0-1 Durita Hummeland 86’

Liðið: Annika Dam – Milja R. Simonsen (Julia Henriksen 86), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Lív F. Arge, Valgerð Andreasen, Elin Maria Isaksen, Hildur Egilsdóttir (Barbara á Dunga 79), Rannvá Mortensen, Liljan av Fløtum Jespersen (liðsk.) og Sólrun Thomsen

Óbrúktir eykaleikarar: Ninna Hansen, Marjun undir Kletti og Ása á Reynatúgvu

Venjarar: Ríkin N. Djurhuus og Alexandre da Silva Braga

Dómari: Elsa Andreasen
Hjálpardómarar: Ottar í Funningsstovu og Stephan Peturssson