KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
TB/FCS/Royn - HB
22. apríl kl. 15.00
 
ÍF - HB
21. apríl kl. 15.30

HB - KÍ
22. apríl kl. 17.15


 

 


Stuðlar







85 minuttir á pínubonkinum

1. lið20-04-2016 - Finnbogi Arge

Effodeildin, 7. umfar: HB – B68 1-0

Áskoðararnir í HB skýlinum vóru av álvara farnir at óttast, at dysturin móti B68 gjørdist ein endurtøka av málleysa javnleikinum móti AB, tá ið tað loksins í 85. minutti bragdaði.


Christian Restorff Mouritsen sendi eitt hart hornaspark beint í pannina á liðskiparanum, Johan Troest Davidsen, sum í høgum avsetti stútaði kúluna inn í meskarnar hjá B68.

Framherjarnir hjá okkum høvdu til fánýtis, allan dystin, roynt at funnið málið hinumegin, men tað var ikki fyrr enn liðskiparin og aftasti maður fór fram, at tað lukkaðist og eydnan vendist.

HB hevði bóltin meginpartin av tíðini, men framherjarnir høvdu trupult við at sleppa ígjøgnum verjuna hjá B68, sum stóð sera væl á vøllinum.

Leikararnir hjá B68 skulu hava rós fyri, at teir stríddust manniliga og ongantíð góvu skarvin yvir, og vórðu teir hepnir, so kundu teir havt javnað í seinna hálvleiki, tá tveir kontramøguleikar stungu seg upp.

HB hevði bóltin 80% av tíðini, men álopini gjørdust sjáldan vandamikil. Í fyrra hálvleiki, tá fittur undanvindur var, gjørdust avleveringar oftast ov harðar ella ov skeivar, og tá tað endiliga eydnaðist at koma í skotstøðu, rakti bólturin ein verjuleikara hjá B68, ein annan HB-ara ella fór beint á málmannin ella við síðuna av málinum. Tað riggaði snøgt sagt bara ikki at fáa kúluna í netið.

Toftamenn høvdu runnið nógv í fyrra hálvleiki, so helst fór orkan hjá teimum at bila í seinna, hildu vit í skýlinum, men tað vísti seg ikki at ganga so.

Teir stóðu framvegis stinnir í verjuni í seinna hálvleiki og megnaðu at halda einum alsamt meira frustreraðum HB liðið burtur.

Tað er ikki lætt at spæla móti liði, sum liggur so kompakt har afturi og sum drálar nakað nógv við innkøstum og útspørkum og ofta løgdu seg á vøllin við skaða. Men tað er eisini ein partur av gaminum, og tann partin dugdu teir væl.

Hinvegin, so mugu vit ásanna, at HB liðið framvegis hevur eitt problem við at skjóta mál, tað má gerast betri enn hetta, og  vænta vit eisini, at tað verður í komandi dystum.

Vit fegnast um, at vit hava fingið trý týdningarmikil stig og gleða okkum til næsta dyst, sum verður í steypakappingini móti B71. Og aftaná tað kemur so uppgerðin við B36, og hana gleða vit okkum eisini til.


Koyr á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 7. umfar mikudagin 20. apíl 2015 kl. 18.00 í Gundadali

HB – B68 1-0 (1-0)
1-0 Jóhan Troest Davidsen 85’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Jóhan Troest Davidsen (liðsk.), Bartal Wardum , Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Christian R. Mouritsen (Adrian Justinussen 85), Rókur av Fløtum Jespersen (Jákup F. Hansen 90), Teit Jacobsen (Pál Mohr Joensen 74), Ari Mohr Olsen (Fróði Benjaminsen 46) og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikarar: Niklas Thomsen og Adrian Justinussen

Gult kort: Øssur Dalbúð

Á beinkinum: Jan Dam, Albert Ellefsen, Tróndur Vatnhamar, Heðin Weihe og Uni Nielsen
Dagsins maður: Jóhan Troest Davidsen

Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Thorvald J. Petersen
4. dómari: Rói Jacobsen

Myndir: Rakul Hansen