KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Savnsmynd. Rakul Hansen/hb.fo

Triði sigur á rað til U16 dreingirnar, og U16 dreingir B vunnu eisini

Dreingir28-04-2013 - Helgi Nielsen

U16 dreingir: TB/Royn - HBa 1-10
U16 dreingir: 07 Vestur - HBb 0-4

Í fyrsta útidystin hetta kappingarárið fingu okkara U16 dreingir sín triðja sigur á rað dag. Bygdastevna var í Hvalba, so mótstøðuliðið TB/Royn høvdu lagt dystin á grasvøllinum í Hvalba. Stevnudystur var, og tí var eisini eitt steyp til vinnaran.



Okkara dreingir høvdu nakað av nervum um hetta, tí tad er sera ringt at fáa spælið at ganga á tí sera óslætta vøllinum.

Men skjótt sást at okkara vóru klárir til hesa avbjóðingina, tí dysturin var ikki meiri enn 5 min gamal, tá vit longu høvdu skotið 2 mál. Heri Mohr, sonur gamla málrevin Gunnar Mohr, skoraði til 1-0, og bert minuttin eftir økti Jákup til 2-0.

Eftir hetta tóku okkara dreingir eitt sindur lættari uppá uppgávuna, og tað førdi við sær, at TB/Royn fekk eitt mál eftir horna. Hetta fekk okkara dreingir at seta ferðina uppaftur, og tá farið varð til hálvleiks var støðan 6-1 til okkum.

Í seinna hálvleiki skoraðu vit 4 mál afturat, so endaliga støðan gjørdist 10-1 til HB. 3 stig til okkara dreingir, og eitt steyp.

Teir sum skoraðu vóru: Jákup Thomsen 5, Teit Jacobsen 2, Heri Mohr, Pætur Ejdesgaard og Jónas Poulsen hvør sítt.

U16 dreingir B vóru í Sørvági har 07 Vestur tók ímóti og eisini her var talan um góðan sigur til okkara dreingir. Úrslitið gjørdist 4-0, men munurin kundi sagtans verið størri tí vit so at siga vassaðu í málmøguleikum.

Teir sum gjørdu málini vóru: Rani A. Højgaard, Martin Dam Jacobsen, Rani Rasmussen og Ólavur Reginsson av Fløtum.