KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
B68 - HB
Løgmanssteypið
25. apríl kl. 15.00
 
HB - B71
28. apríl kl. 12.15

HB - B68
29. apríl kl. 12.15


 

 


Stuðlar







Mynd: Knút Olsen

22. meistaraheitið

1. lið20-10-2013 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 26. umfar: HB – TB 1-0 (0-0)

At eitt so nógv umdiskuterað mál skuldi verða tungan á vágskálini, er eitt sindur keðiligt, men hinvegin, vit fingu tey neyðugu stigini og tí greiddu vit setningin og vunnu Føroya Meistaraheitið.


Fyrri hálvleikur var greitt merkur av. at nógv stóð uppá spæl og at menn, á báðum liðum, vóru tendraðir.
Oftani myndaðist hetta í,at gestirnir spældu í so hart, men vit lótu hetta ikki nerva okkum.

Christan, ið vit her á síðuni meta verða dagsins mann, kom í fleiri góðar støður, eins og Heini Vatnsdal kom sær í sera góða støðu, men Ivan Stojkovic stóð ein branddyst og bjargaði øllum royndum.

Í seinna hálvleiki komu gestirnir betur við og komu fram til nakrar góðar støður. Serliga Ndende var væl fyri, eins og Poul Ingason eisini vísti seg væl fram.

Santos var sera lívligur í seinna hálvleiki og hevði tvær góðar skotroyndir. Serliga tann seinna var góð og tá varð Ivan noyddur at boksa bóltin burtur av vandaleið.

Vit fingu okkara mál tá 68 minuttir vóru leiktir. Gott uppspæl ímillum Kristin og Trónd í okkara høgru síðu endar við at Tróndur sendur bóltin væl innfyri. Christian er klárur og sendi bóltin í netið uttan møguleika hjá Ivan at bjarga.

Beint áðrenn kom Nicholas F. Deverdics í sera góða støðu, men Teitur var klárur og bjargaði. Beint aftaná málið bardi Heini seg aftur í leysa støðu, men í evstu løtu kom verjuleikari fyri, soleiðis at skotið fór væl yvir.

Bárður J. Heinesen og Gunnar Haraldsen, sum komu inn fyri ávíkavist Andrew og Bárð Olsen, komu eisini í góða støðu, men báðar royndirnar fóru framvið.

Meira hendi so ikki, og tí kundi Lars Múller bríksla fyri seinastu ferð í dag. 1-0, trý stig og 22. meistaraheitið felagsins er við hesum veruleiki.

Vit kunnu bara staðfesta, at tað tók longri tíð enn væntað, at fáa neyðugu stigini í hús, men loksins bragdaði.

Tí kunnu vit heiðra besta manslið okkara, venjarum, liðleiðarum og øllum rundanum, og okkum sjálvum eisini.

HJARTALIGA TIL LUKKU VIÐ 22. FM.

HAGTØLINI

Effodeildin, 26. umfar sunnudagin 20. oktober 2013 kl. 15:00 í Gundadali

HB – TB 1-0 (0-0)
1-0 Christian R. Mouritsen 68’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Alex José dos Santos, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen, Tróndur Jensen, Bárður Olsen (Gunnar Haraldsen 78), Fróði Benjaminsen (liðsk.), Heini Vatnsdal - Kristin R. Mouritsen (Páll Mohr Joensen 90), Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinensen 90)

Óbrúktir eykaleikarar: Hans Jørgensen og Rógvi S. Holm

Á beinkinum: Oddbjørn Joensen, Jón Simonsen, Jan F. Jensen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Christian R. Mouritsen (red.)

Dómari: Lars Múller
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Johnleif Gerðisá
4. dómari: Eiler Rasmussen


Myndir: Knút Olsen og Páll Árni Berg