KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kvinnurnar avmyndaðar undan dystinum í Miðvági í gjárkvøldið

2. deild kvinnur ósigraðar

2. deild kvinnur01-06-2013 - Helgi Nielsen

Tað gongur strúkandi hjá okkara kvinnum í næstbestu deildini. Við 6. sigrinum á rað í gjárkvøldið liggja tær á einum tryggum fyrstaplássi í 2. deild.

Okkara spældu dyst í góðveðrinum í Miðvági í gjárkvøldið móti MB. Tær lótu ongantíð nakran iva verða um úrslitið og vunnu dystin trygt 5-0. Málskjúttar vóru Elin Maria Isaksen við ikki minni enn 4 málum og Anitha Mortensen við 1 máli.

Støðan á stigatalvuni er tann, at okkara ligga fremst við fullum stigatali, 18 stig fyri 6 dystir. Málúrtøkan er eisini flott, 36 skoraði mál og 1 ímóti.

Tær sum spældu í gjárkvøldið vóru: Nina Davidsen, Rannvá Mortensen, Marjun undir Kletti, Bára Brekká, Bjørt Magnussen, Edith Samuelsen, Marita Johannesen, Elin Maria Isaksen, Anitha Mortensen, Esther Petersen og Kristina Jakobsen.